Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um John Petersen, Skopun.

SKRIVAÐ: Gerhard Lognberg  |  17.09.2018 - 10:15 Lesarabrøv Tíðindi

Á middegi í dag frætti eg, at John var deyður 70 ára gamal.

Tað eru ikki nógvir dagar síðan man læs, at John var eitt álit í fyritøkuni, serliga í smiðjuni, jú eingin veit á morgni at siga.

John Petersen var sonur Karl Petersen, ættaður úr Famjin og Oliviu, sum var úr Skopun.

John fór, sum aðrir dreingir, til skips 14 ára gamal við Magnus Heinason. Seinni fór hann á smiðulæru á Skála, tað hevur ofta verið nevnt, at hann var tiltikin arbeiðsmaður og góður jarnsmiðjur.

John var giftur við Ragnhild, nevnd Gugga, úr Sørvági og fingu tey børnini Karl Andrias, Steinolv, Sidsel, Elisabeth og Kari Ann.

John og Gugga búðu eitt tíðarskeið í Ísljand, á Norðfjørðinum, har hann arbeiddi í smiðju.

Seinni kom hann heim og fór á maskinskúla. Hann sildi eina tíð við “Vesturvara”, sum maskinmeistari.

Tað var um hesa tíðina, at John og bróður hansara Kristian Arnfinn tóku yvir hjá pápanum og J&K Petersen-navnið slóg seg fast.

Síðan kann sigast um, um fyritøkuna, at hon svingaði seg til eina av teimum stórstu í landinum. Tað má vera serliga hart hjá Steinolvi, sum er uppvaksin í J&K, at pápin ikki er meira, tað má vera eitt stórt tómrúm.

Í 75 kom eg at kenna John og Guggu, hetta var tíðin við “Kristus er svarið”, tá var John ein av teimum leiðandi, tað vóru nógvar løtur uppi á “Toppi”, og kenni eg John frá tín vinklinum. Tað var ein sera góð tíð og eitt gott samanhald, tí eingin veðrur svikin, sum setur sítt álit á Harran Jesus, hann svíkur ikki.

Í 2007 gjørdi fyritøkan útstykkingina her í Skopun, teir gjørdu tað møguligt, at hon varð gjørd, tað var mest Steinolvur, sum stóð fyri. Tað er eitt sera gott arbeiði, sum leir løgdu úr hondum. M.A.Hansen var eftirlit og John var onkuntíð sjálvur í rokanum, tað var ein maður sum ikki bakkaði fyri at taka fatt.

Jú, tað hevur verið ferð á , bæði fyritøkuni og John, sum hevur mynda J&K Petersen, saman við soninum og konuni, onnur komu seinni við.

John Petersen sat í bygdarráðnum í Skopun frá ’76-88, har fekk eg høvi at arbeiða saman við honum. Um eg sigi, at vit altíð vóru samdir, so lúgvi eg, tú visti altíð hvat John vildi ella meinti, jú, ein maður við kraftigum meiningum og eitt arbeiðsgrev.

Í seinnu helvt av ´80’unum varð John valdur í løgtingið fyri fólkaflokkin, har var hann sera virkin, hann bakkaði ikki fyri at siga sína hjartans meinig, hann bleiv eisini landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. Jú, í sannheit ein sera virkin maður.

John og Gugga møttu eisini brotasjógvin í lívinum, tá tey mistu elsta sonin Karl Andrias, sum fall í bjørgunum. Tað var hart fyri familjuna, eingin ivi um tað, lívið er mangan hart og náðileyst.

Nú John júst var blivin sjeyti og hevur helst hugsa sum so, at best var at trampa niður og for til Turkalands, at taka sær av løttum, har tey áttu hús, vóru boð eftir honum, dagarnir her á fold vóru lidnir.

Góða Gugga og børnii, saknurin er stórur og tómrúmið er stórt eftir ein so virknan mann sum John.

Má Harrin Jesus signa tykkum í sorgini.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur