Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umboð fyri MEST: Dánjal Jákup í Soylu, Sunvard Joensen, Mouritz Mohr, Petur H. Jacobsen, Bartal Kass og Jegvan Eliasen

Kjølurin á nýggja havrannsóknarskipinum strektur í dag

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.09.2018 - 11:55 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Í samband við at kjølurin á nýggja havrannsóknarskipinum var strektur var sokallað “Keel Laying Ceremony” í býnum Klaipėda í Litava í morgun.

Umframt umboð frá Havstovuni og MEST vóru eisini umboð fyri klassan og byggieftirlit við til hátíðarhaldið. Stjórin á skipasmiðjuni WBS, Vitalij Frolov, hevði eina stutta røðu eins og at stjórin á Havstovuni Eilif Gaard í røðu síni gleddi seg um týdningin, sum nýggja havrannsóknarskipinum fær fyri Føroyar og framtíð okkara.

Stjórin á MEST, Mouritz Mohr, hevði eina røðu har hann serliga frøddist um at síggja eina veruliga byrjan á arbeiðið.

Nýggju litirnir og endaliga sniðið varð eisini avdúkað á hátíðarhaldinum í dag – eins og myndirnar vísa. Á myndunum síggjast umboðini sum vóru til hátíðarhaldið.

Nýggja havrannsóknarskipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Tað er 10 metrar longri enn Magnus Heinason. Men við at gera eina hædd meira, so er víddin tvær ferðir so stór sum á Magnusi Heinasyni.

Tá skrokkurin er liðugur verður hann sleipaður inn á  Skála, har skipið verður gjørt liðugt. Roknað verður við, at skrokkurin kemur inn á Skála á sumri í 2019 og at skipið verður liðugt í 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…