Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bill spyr um tunlar norður um Fjall

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin  |  18.09.2018 - 07:25 Politikkur Tíðindaskriv

Munnligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

 

1.     Hvat er innihaldið í semjuni, sum samgongutinglimir siga er gjørd um at gera tunlar Norð um Fjall?

2.     Er semjan skjalfest og undirskrivað? Og hvørji tingfólk standa aftanfyri semjuna?

3.     Hvussu ætlar samgongan at tryggja sær, at ein komandi samgonga fer at fremja verkætlanina so skjótt sum Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum?

4.     Hví hevur løgmaður ikki kallað andstøðuleiðararnar til fundar um verkætlanina í summar, eins og samgongutinglimir hava lovað?

 

Undir orðaskiftinum um uppskotið frá andstøðuni um tunlar Norð um Fjall boðaðu samgongutinglimir frá, at semja nú er í samgonguni um verkætlanina. Sum skilst, snýr semjan seg um, at ætlandi skal byrjast at gera tunlar Norð um Fjall, tá liðugt er at bora Hvalbiartunnilin. Nú er í mesta lagi minni enn eitt ár, til val verður og nýggj stjórn tekur við. Eftir nevndu tíðarætlan verður sostatt ikki byrjað uppá at gera tunlar Norð um Fjall í hesum valskeiðnum, og tí kann tað undra almikið, at semja er um, hvat ein nýggj samgonga skal takast við. Tí er onki skrivligt komið fram um innihaldið í semjuni, ei heldur, hvørji tingfólk standa aftanfyri semjuni. Eitt kann tó staðfestast: lyftini, sum samgongutinglimir góvu andstøðutinglimum í seinastu tingsetu um, at løgmaður fór at kalla andstøðuleiðararnar á fund fyri at finna breiða semju um verkætlanina, eru brotin. Ongin innkalling er komin frá løgmanni og ongin breið semja er funnin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…