Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus spyr Eyðgunn um íløgur í bústovnar o.a.

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  18.09.2018 - 10:13 Politikkur Tíðindaskriv

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um íløgur í bústovnar o.a. (løgujáttan)

Spurningar til landsstýriskvinnuna:

 

1.     Hvussu stór upphædd er brúkt av løgujáttanini til bústovnar o.a. higartil í ár, og verður øll játtanin brúkt?

 

2.     Er nøkur nýbygging byrjað higartil í ár?

 

3.     Hvørjir bústovnar o.a. eru ella verða umvældir í ár?

 

4.     Er ætlanin at útseta onkra av verkætlanunum?

 

Viðmerkingar

 

Í fíggjarlógini fyri 2018 eru 29 mió. kr. avsettar til íløgur í bústovnar o.a. Í frágreiðingin um frávik millum játtan og nýtslu fyri 2017 sigur Landsgrannskoðanin, at til íløgur í bústovnar o.a. er ein minninýtsla staðfest á 19,8 mió. kr., sum við átekning er flutt til 2018. Samanlagt verða sostatt 48,8 mió. kr. til íløgur í bústovnar o.a. í 2018.

 

Í tekstinum til fíggjarlógina fyri 2018 stendur m.a. um íløgur í bústovnar o.a. soleiðis:

 

·         Heim til eldri fólk við sálarsjúku verður liðugt í 2018

·         Harumframt eru tríggjar verklagslógir lagdar fyri Løgtingið á heysti 2017. Talan er um bygging av vardum bústøðum í Tórshavn til fólk við menningartarni, búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu og nýtt Barnaheim í Tórshavn (Málið um Barnaheimið fall burtur samb. stýrisskipanarlógini §15, stk. 3, tí málið var ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði)

·         8 mió. kr. eru avsettar til Eiragarður 14 og 16

 

Seinastu árini er væl kunnað um langar bíðilistar til bústovnar o.a. í Suðurstreymi og eisini um sera vánaligu støðuna, sum fleiri av bygningunum, sum verða brúktir til endamálið, eru í.

 

Áhugavert er tí at frætta, hvussu gongur við nýbygging og eisini, hvussu gongur við dagføring av verandi bygningum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…