Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólk við avbjóðingum, skulu hava tænastur til sjálvbjargni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.09.2018 - 10:47 Mentan Tíðindi

Stovnurin "Gloym meg ei", ið hevur fingið nýggj og snotulig hølir í Klaksvík, skal hjálpa fólkum , sum av ymiskum orskum hava tøv á hjálp og stuðli til at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur - skulu hava tænastur, sum stuðla til sjálvbjargni og eitt so virkið lív sum gjørligt, segði landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen millum annað í røðu síni við móttøkuna á "Gloym meg ei" í gjár.

Landsstýriskvinnan segði:

Fyrst vil eg takka Almannaverkinum fyri innbjóðingina og fyri, at eg sleppi at siga nøkur orð -  nú vit í felag kunnu fegnast um, at Virknis- og tilhaldsstaðið – Gloym meg ei – frameftir kemur at húsast í hesum  - lat meg siga tað beinanvegin – sera snotiligu hølum miðskeiðis í Klaksvík.

Ungdómstilboðið “Húsið” hevur verið eitt av mínum hjartabørnum.  Eg var forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð, tá Húsið í síni tíð varð stovnað og staðsett júst í hesum hølum. Tað var ein sera spennandi verkætlan, sum nógvar eldsálir løgdu tíð og orku í. Eg minnist, at tað lá nógvum á hjarta, at hetta ikki bara skuldi vera eitt hús – men eitt stað har børn og ung skuldu hugna og stuttleika sær saman við kreativum og spennandi ítrivum og ikki minst, at tey ungu sjálvi skuldu vera við til at avgera og skipa innihaldið.

Haldi ikki, at eg geri ov nógv av tá eg sigi, at flestu føroyingar hava hoyrt um Húsið og tað virksemið, sum hevur verið har gjøgnum ár og dag. Eg vil fegin nýta høvið til at ynskja tykkum í Húsinum blíðan byr við virkseminum í nýumvældu hølunum í Atlantis.

Síðani vil eg ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við hesum nýggju hølunum, sum eru umvæld og innrættaði til endamálið.

Virknis- og tilhaldsstaðið – Gloym meg ei – er ætlað heimabúgvandi fólki í Norðoyggjum og Eysturoy, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar at dragast við. 

Í nýggju hølunum eru góðar umstøður, ið geva møguleika at koma saman við øðrum og luttaka í ymiskum virksemi, sum verður skipað og tillagað alt eftir tørvinum og ynskjunum hjá teimum, sum koma her.  Sum eg skilji verður opið 4 dagar um vikuna og at Gloym meg ei er eitt sokallað opið og lágáttar tilboð - har fólk kunnu koma, tá tey ynskja tað og hava brúk fyri tí.

Tit, sum koma her, fara vónandi at fáa gleði av nýggju hølunum og eg vóni, at tit saman við starvsfólkunum kunnu skapa ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag, sum gevur meining fyri tykkum øll og at tit koma at kenna tykkum, sum part av einum felagsskapi. 

Skilji, at tað er eitt ljóðstudio í húsinum og at tit hava møguleika at gera útvarpssendingar. Um tit mangla tilfar ella hava tørv á at fáa eitt prát við meg, so komi eg fegin ;-)

Eg gekk mær ein túr herfyri og kom framvið húsinum. Eg bleiv boðin innar av starvsfólki, sum stríddist við at fáa tað síðsta uppá pláss og tit vóru sum vera mann sera spent eftir at sleppa ígongd í nýggju hølunum. Tit greiddu mær frá, at bæði starvsfólk og tit - sum koma í Gloym meg ei- hava verið við til at fremja umvælingina og fríðkanina bæði innan- og uttandura. Eg skilji, at tað koma tit framhaldandi at gera, og tað dámar mær sera væl. Hetta er tykkara “stað” og tað er umráðandi, at tit kenna, at bæði karmar og innihald verður tykkara.

Í løtuni verður síðsta hond løgd á arbeiðið at smíða uppskot til nýggja vælferðarlóg, sum kemur ístaðin fyri forsorgarlógina. Eg skal ikki troytta tykkum við eini langari framløgu av uppskotinum, men bara nevna, at hetta tilboðið og tað virksemið sum verður her – er ein av grundsúlunum í nýggju vælferðarlógini. 

Fólk, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á hjálp og stuðli til at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur – skulu hava tænastur, sum stuðla til sjálvbjargni og eitt so virkið lív sum gjørligt.  

Lóggávan leggur eisini upp til, at tit sum koma her í gerandisdegnum, í so stóran mun sum møguligt skulu takast uppá ráð og sjálvi vera við at gera av, hvussu innihaldið í tilboðnum skal vera, og at starvsfólk og borgarar samstarva um at røkka teimum málum, sum verða sett í felag.

Eg skal eisini nýta høvið til at  takka Klaksvíkar kommunu fyri, at tit hava gjørt tað møguligt at fáa so snotilig høli til vega. Mær er fortalt, at tað - eisini í hesum máli - hevur verið eitt fyrimyndarligt samstarv millum Almannaverkið og kommununa, tá tað gjørdist greitt, at hølini í Gøtu skuldu brúkast til annað virksemið, og at Almannaverkið tí manglaði høli til virksemið hjá Gloym meg ei.

Tað vísir, at Klaksvíkar kommuna veruliga ynskir at vera ein inkluderandi kommuna, har eisini fólk, sum hava ymiskar avbjóðingar at dragast við skulu hava góðar og nútíðarhóskandi karmar at búleikast í. Nú búgvi eg sjálv í Klaksvík og haldi, at býurin hevur nógv at bjóða sínum borgarum. Eg vóni, at tit øll sum koma her í Gloym meg ei – eisini kunnu brúka teir fasilitetir, sum eru á staðnum og at tit fáa ágóðan av tí ríka felags – og mentunarlívi, sum er runt vánna.

Nú hava vit so fingið karmarnar – so er bara eftir at útfylla teir. Eg vænti, at tit starvsfólk, sum hvønn dag gera tykkara til, at borgarar, sum koma í Gloym meg ei fáa eina góða tænastu frá Almannaverkinum, eisini fara at gera tykkara til, at nýumvældu hølini verða gagnnýtt á besta hátt framyvir og virksemið verður skapt saman við teimum, sum hava tørv á tilboðnum.

Eg skal enda við at biðja Heidi Tvørfoss, sum er dagligur leiðari fyri Gloym meg ei, um at koma fram her og taka ímóti einari gávu, sum tit øll vónandi fáa gleði av.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…