Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg kenni meg ikki heilt aftur í býtinum av menningarkvotum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.09.2018 - 12:45 Politikkur Tíðindi

Bill Justinussen, úr Miðflokkinum var einasti limurin í andstøðuni, sum atkvøddi fyri lóg um umsiting av sjófeingi, og tað var júst parturin um menningarkvotur sum var týdningarmikil fyri at hann valdi at stuðla samgonguni í hesum málinum og uppboðsølan.

-  Eg kann siga beinan vegin at eg kenni meg ikki heilt aftur í tí býtinum sum nú er framt. Tað sum eg atkvøddi fyri var ein lógartekstur sum legði dent á at tað fyrst og fremst varð lagdur dent á at menna verkætlanir hjá nýggjum aktørum, sum komu við nýggjum hugskotum um at menna framleiðslur, sum verandi aktørar ikki hava í dag.
-  Sum eg læs tekstin í lógini, so vóru økini í landinum sekunder, tí tað er sera trupult at staðseta vinnuligar verkætlanir.
-  Sum eg síggi arbeiði sum Menningarnevndin hevur gjørt, so er greitt at hetta við nýggjum framleiðslum ella nýggjum produktum hevur als ikki verði partur av metingini tá kvoturnar vóru bíttar.
- Ístaðin hevur nevndin valt ein leist har hon hevur hildi seg til nøkur ávís landaøkir, og tað skilji eg als ikki.
- Einastu verkætlanir, sum  hava fingið menningarkvotu, ið eg haldi vit kunnu fegnast um, er Sjógæti og Vestmanna Seafood. Tey leggja seg veruliga eftir at menna nýggj produktir.
- Tí skilji eg púrt einki av hví verkætlanin hjá Tavuni í Leirvík  ikki fekk tilfeingi tilluta. Har var eisini veruliga talan um menning og at ganga nýggjar leiðir.
- At geva verkætlanum, sum ikki eingongd eiga eina skrivstovu, tilfeingið til menning, er spill av resursum.  Noy – eg má staðfesta at hetta sum vit í dag sita við, var ikki tað sum eg atkvøddi fyri í løgtinginum, sigur Bill Justinussen, løgtingslimur.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…