Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bárður spyr Kristinu um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  18.09.2018 - 14:45 Politikkur Tíðindaskriv

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum

 

Spurningar til landsstýriskvinnuna:

 

1.    Kann landsstýriskvinnan vátta, at almennu útreiðslurnar, ið hon hevur ábyrgdina av, eru vaksnar við 4-5% um árið, sum talva II 2 í Búskaparfrágreiðingini vísir?

 

2.    Heldur landsstýriskvinnan tað verða skilagott, at reka konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikk?

 

Viðmerkingar

 

Í heystfrágreiðingini frá búskaparráðnum verður dentur lagdur á, at neyðugt er við betri stýring av almenna búskapinum. Samstundis sum víst verður á, at almenna nýtslan og íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, eisini hjá landskassanum.

Høvuðsuppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er at tryggja samlaða haldførið í føroyska búskapinum. Sterkasta amboðið at tálma sveiggjum í búskapinum er at føra kontraktivan fíggjarpolitikk, tá ið tað rekur við. Hetta merkir, at tað almenna roynir at halda aftur, tá ið vit hava búskaparligt viðrák.

Vit hava havt búskaparligt viðrák síðani 2012, og hava vit sjáldan sæð so stóran búskaparvøkstur fleiri ár á rað, sum hesaferð. Nú vísir búskaparráðið á, at vøksturin er steðgaður og einans er ein triðing av tí hann hevur verið.

Um vit framskriva tølini frá búskaparráðnum við fíggjarlógini fyri 2018 og tølini frá kørmunum hjá landsstýrinum, framgongur at landsstýrið í inniverandi valskeiði hevur hækkað útreiðslurnar við útvið 1.000 mió. í einstaki borgarin og vinnan skulu gjalda meir í skattum og avgjøldum hvørt ár frameftir.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB