Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ingolf - verð nú maður og halt teg til verðuleikan

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  19.09.2018 - 06:05 Lesarabrøv Tíðindi

Ingolf S. Olsen viðgongur nú alment í nøkrum píniligum facebook viðmerkingum, at hann segði ósatt fyri Føroya fólki, tá hann í yvirskrift og grein her á nordlysid.fo og á vp.fo skrivar, at Norðlýsið hevði roknað skeivt og ákærdi undirritaða fyri at lúgva.

Men ístaðin fyri at taka í egnan barm og biða okkum um umbering fyri grovu ákærurnar, velur Ingolf at vísa hvussu lítil maður hann veruliga er og loypir á sjógvin.

Nú átti Ingolf at vita, at tað er ikki heilt vandaleyst at loypa á sjógvin og tað sæst tíðiliga á skrivingarlagnum, at Ingolf hevur trupult at finna turr klæði at fara í, nú hann í heilum loypur á bláman fyri at avleiða uppmerksomheitina hjá høvuðstaðarpressuni og serliga veljarunum, tá spurnartekin verða sett við politisku frá-fordeilingina, sum landstýrið stendur á odda fyri. 

Í royndini at krógva hvussu vátur hann er og hvussu bítt tað var at leypa á sjógvin, gevur Ingolf nú mær skuldina fyri at hann er vorðin dýggjvátur. Hann sigur nú at Norðlýsið ikki vísti á hvussu vit høvdu roknað okkum fram til, at so at siga alt tilfeingið, sum Høgni Hoydal og Gestur Hovgaard bíttu út er enda hjá harra Ingolf S. Olsen sjálvum og hjá harra Paula Trond Petersen, háttvirda tingmanni, borgarstjóra og trúfastasta stuðulsmanni hjá Høgna Hoydal. Enn ein lygn frá vágatingmanninum.

Í endanum av greinini, sum fekk Ingolf at leypa á bláman har hann ikki grynti, vísti eg til brøvini, sum aðalstjórin í fiskimálaráðnum (red: ein skilamaður) sendi til tey, sum fingu fólksins ogn í gávu frá Høgna og Gesti.

Her hevur tú enn einaferð leinkjuna Ingolf og fá tær tín egna lummaroknara og ikki brúka tann hjá HH sum einans vísir tað úrslit sum eigarin vil síggja.  OG góði tú; ikki loypa aftur á bláman, tí tað tænir ongum at fáa karmar fleiriferðir sama dag:

 https://nordlysid.fo/upload/tinymce/da79e59aa80f8cf74bf16fde7be469bbad8c

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund