Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlafótbóltur í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.09.2018 - 11:54 Ítrottur Tíðindaskriv

Í grannalondum okkara er vanligt, at tað, umframt fótbóltskappingar, sum eru fyriskipaðar av fótbóltssambandinum, eisini eru fyriskipaðar ymiskar aðrar fótbóltskappingar, ikki minst í skúlahøpi.

Í heyst verður sum kunnugt farið undir nýggja spennandi fótbóltskapping í Føroyum, Skúlafótbóltur sum er ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni.

Skúlafótbóltur verður skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya.

FSF fegnast um samstarvi við Skúlafótbólt og um at skúlafótbóltur nú eisini verður skipaður í Føroyum. Føroyar er millum tey londini í heiminum, sum hava flestar fótbóltsleikara pr. borgara. -Og fótbóltur røkkir eisini víða um, bæði millum børn og ung, tilkomin, vaksin og eldri, og eisini til bæði kvinnur og menn. Vit hava sum málsetning at fáa so nógv sum gjørligt at spæla fótbólt, og hendan sera spennandi fótbóltskappingin passar sera væl inn í okkara ætlanir fyri føroyskan fótbólt, sigur FSF.

Við Marghøllini í Vági eru møguleikarnir fyri at skipa ítróttartiltøk í Vági framúr góðir.

Kappingin er sum nevnt fyri allar árgangir í fólkaskúlanum og fyri miðnámsskúlarnar kring landið.

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund