Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Tað er Hoynø, Faroe Ship, góðandag”

SKRIVAÐ: Jústinus Leivsson Eidesgaard  |  19.09.2018 - 15:55 Lesarabrøv Tíðindi

Ákkurát hendan røddin er tagnað á Faroe Ship. Men takið tað heilt róligt, hann er ikki deyður, hann er bara pensioneraður og hevur havt sín einasta officiella arbeiðsdag á Faroe Ship norðuri í Ánunum.

Tað eru 33 ár síðan systkinnabarnið Heini á Marknagili fór at starvast á Skipafelagnum, sum seinni fekk fremmanda navnið Faroe Ship og 33 ár er drúgvur starvsaldurin, tað er faktisk aldurin á Jesusi á jørð og ein partur av strevinum hjá Heina, nú lívsheystið, við sínum gulliga liti, legst á lívsleiðina, verður jústi at boða evangeliið, um tann 33 ára gamla, sum á trænum, vann á deyðanum og gav seg fyri øll. Hann fer eisin at takast við annað, heilt vist og enntá okkurt meira jarðiskt, sum at eta gott og vera saman við fólki í góðum selskapi og njóta tað góða Húsakjøtið, sum hann hevur gift seg til.

Eg og Heini eru systkinnabørn og eg haldi, at vit eru rættuliga góð systkinnabørn. Vit hava javnan samband og halda av hvørjum øðrum. Og tá ið alt kemur til alt, eru vit rættuliga líkir. Báðir droyma um at hava tað gott og vera ein stuðul undir tí samfelag, vit liva í. Og báðir hava ein dreym um, at hava gjørt mun á onkran hátt. Vit skulu ikki vera líka, vit skulu ikki vera eins, vit fáa ymiskar talentir og tann eini talenturin er ikki betri enn hin.

Og tað hevur verið deiligt og fjálgt at havt ein skyldmann í Klaksvík, sum ikki er líkaglaður við tað samfelag, hann er partur av, men sum fylgir væl við og sum er innarlaga í øllum, sum fyriferst í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði. Tað er ikki bara forvitni, sum fremur slíka vitan, tað er ein inniligur áhugi fyri at vita, hvussu medborgararnir hava tað og hvussu vinnan trívist, sum drívur verkið. Ongin kann siga um Heina, at hann er líkaglaður við tað samfelag hann livir í. Hann livir inniliga við í samfelagnum og gleðist av hjarta, tá ið tað gongst væl og grætur sáran, tá tað gongst verri. Eg trúgvi aldrin, at Heini kennir til øvundsjúku og hennara ljóta andlit. Í hvussu er ikki soleiðis, sum eg kenni hann.

Í morgin eri eg boðin til reseptión hjá Faroe Ship og Heini er høvuðspersónurin og høvið. Tað er ikki akkurát hann at vera mittpunkt, men hendan dagin er ongin vegur uttanum. Eg fari at fáa kransakøku, og heilsa upp á eina rúgvu av fólki, sum kenna Heina og tað er hugnaligt í sær sjálvum.

Essensurin ella supputerningurin av Heina hevur verið tann sami, so langt aftur eg kann minnast. Eg minnist hann sum tannáring, tá ið hann plagdi at koma norður til Oyndarfjarðar at vitja, og myndin av honum er tann sama í dag, nú hann hevur lagt vanligan starvsaldur aftur um seg. Ein góðsligur, vælmeinandi, vitugur og kærleiksfullur maður, sum gongur høgt upp í at halda tað hann lovar og ikki at gera sær fyri skommum.

g havi ongantíð verið prædikumaður, tað er Heini, og tað hevur ikki skilt okkum. Vit hava havt mangt prátið, eisini andaliga og báðir vilja okkara medmenniskum væl og trúgva á vónina og líta fast á hana. Og tað skuldi ikki undrað meg, nú Heini er vorðin pensionistur, at ein partur av avlopstíðini, ja, ein stórur partur, fer til samkomuarbeiði og ikki minst til at fylgja teimum, sum undan fara. Tað er meiningsfult arbeiði. Og mann ikki hansara gløgga vit fara at fylgja væl við, hvat gongur fyri seg vinnuliga í Klaksvík og kring landið. Heini er føroyingur og hann vil okkara landi alt tað besta. Kanska vit fara at síggjast enn meira nú, hann er góður við Oyndarfjørð, har pápi hansara Andrias á Marknagili, er ættaður og enntá er pápabeiggi mín og hann var eisini ein maður, sum myndaði meg.

Heini er ikki pátikið lítillátin og eg veit, at hann innast inni slett ikki dámar, at skrivað verður um hann, men eg taki tjansin og eitt gott vinarlag sum okkara, tolir tað.

 

Heilsan

Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…