Lýsing
Lýsing

Góðu Mikkjal og Tummas

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.09.2018 - 11:00 Ítrottur Tíðindi

Eg vil bara takka tykkum fyri tað fyrimyndarliga arbeiði tit saman við nógvum øðrum fólkum gera fyri og í felagskapinum KÍ. Tað er sjón fyri søgn, at tit hava megna at lyft Klaksvíkar Ítróttarfelag upp til nakað sum vit norðingar veruliga kunna verða stolt av.

Fylgissveinur mín ger at eg vanliga vakni áðrenn uppfaringartíð og tá leita tankarnir ofta sera víða. Minnist at Torleif Sigurðsson sáli, sum var formaður felagsins eitt stutt skifti áðrenn hann andaðist greiddi frá, at tá hann hevði okkurt mál, sum tyngdi sinnið, plagdi hann at liggja og telja kvistarnar í loftinum áðrenn hann sovnaði. Tá hann síðani vaknaði á morgni hevði hann altíð fingið fatur á einum endað, sum loysti fløkjuna.
 
Var fyri kortum til ein fyrilestur hjá einum neurologi har hann m.a. greiddi frá at heilin arbeiðir meðan vit sovan, við tankum samstundis, sum hjartaslátturin reinsar heilan við at pumpa øll giftstoff úr heilanum og samstundis rudda upp í milliónum heila-gongdum, so øll “amboðini” liggja uppá pláss, klár til ein nýggjan dag.
 
Setti meg at skriva nakrar reglur til tykkum, sum í dag hava ábyrgd av flaggskipið okkara, og sum hvønn dag virka undir sjóneyku hjá almenninginum í Norðoyggjum.
 
Hugsið baði um teir leikarar, sum eru fostraðir upp í felagnum og so teir góðu útlendingarnir, sum hava givið felagnum so nógv og eiga ein tíðandi leiklut av menningini sum flagskipið hevur verið fyri.
 
Í vikuni fór Ronni Møller Iversen, sum umframt at spæla við KÍ og eisini arbeiddi hjá KBI í Klaksvík, heim aftur til Danmarkar. Eg vil takka honum fyri tað innspræning av tekniskum førleika og fótbóltsgleði hann gav felag okkara. Serliga í Evropa Cup, vísti hann okkum hvussu góður hann var. Eg kundi nevnt fleiri aðrar útlendingar, sum hava verið í KÍ síðani KÍ umvegis Norðlýsið.fo tann26.10.2014 – kl. 21:51 boðaði frá at Mikkjal Thomassen var settur sum venjari  m. í KÍ, men fari at lata tað liggja.
 
Ein fyritreyt fyri at góðir og talentríkir leikarar úr útlandinum, úr Føroyum og úr okkara egnu ungdómsdeild skullu kunna trívast í KÍ, er at felagið og harvið fótbólturin í Klaksvík hevur nøktandi umstøður. Hetta vart tú Mikkjal púra greiður yvir tá vit hittust á Norðlýsinum fyri fyrstu ferð, stutt eftir at tú hevði undirskrivað sáttmála við KÍ.
 
Tá var støðan í Klaksvík álvarslig.
 
Í 1986 tá eg fyrstuferð var partur av fremsta liðnum hjá KÍ, vóru umstøðurnar í Klaksvík hjá fótbóltinum millum tær bestu í landinum. Men eftir at bygdafeløgini høvdu havt valdi í FSF frá 1979, tá FSF var sett á stovn, fram til Torleif Sigurðsson, sáli, legði frá sær í 2002, gekk stutt tíð til feløgini í Havn fingu ræði og føroyskur fótbóltur avgjørdi, at leggja allar inntøkurnar frá altjóða fótbóltinum í Gundadali og savnað alt virsemið hjá føroyskum fótbólti á einum stað.
 
Vit kunnu bara staðfesta at síðan 2002 hava Havnafeløgini vunnið 11 av 16 FM meðan frá 2001 og aftur til 1986, tá mín árgangur spældi í fremstu deildini, vunnu Havnafeløgini einans 5 av 16 meistaraheitum.
 
Mikkjal fór til verka og við honum á odda eydnaðist tað leiðsluni í KÍ at sannføra býráðið og vinnulívið í norðoyggjum, at um norðoyggjar skuldu gerast kappingarneyti hjá feløgunum, sum reirast kring skrivstovuna hjá FSF, advokatskrivstovur og almennar stovnar, so var neyðugt at gera stórar íløgur í kringumstøðurnar hjá fótbóltinum og KÍ. Hetta er fyritreytin fyri at hava eitt fremstalið sum kann virka savnandi fyri fremstu fótbóltsevnini í landinum.
 
Tað skal “djevulskapur“
Fótbóltur á hægsta stigið er ikki sum annar ítróttur. Feilir verða ikki gloymdir og eingin minnist nummar tvey. Tað er bara stuttligt at vinna!
Sosiala samveran, sum hevur so stóran týdning fyri ítróttina, er nummar tvey tá tað kemur til fremstu deildini, har tað einasta sum kann geva eina kenslu av nøgdsemi er meistaraheitið.
 
Nú fremsta lið hjá KÍ eftir eitt framúr gott Evropa Cup snávar í landskappingini, ikki vinnur nakrar dystir og eftir øllum at døma hevur mist meistaraheitið av hondum, hoyri eg fólk sum halda at venjarin skal hava sekkin.
 
Eg skilji væl trýsti og tað er rætt at venjarin eisini merkir og tolir hetta trýsti.
 
Men eg eri sannførdur um at í løtuni er rætt at halda fast um kósina sum sett er. Gamaní ert tú Mikkja ein venjari, sum umframt eina sera breiða fakliga vitan, hevur ein bardagahug, sum kann tykjast at fylla ov nógv á síðulinjuni, serliga tá tað ikki gongst eftir vild.
 
Men tað er just bardagahugurin, sum er so tíðandi at prenta inn í okkara "forkelaða" ungdóm, sum verður flóskaður upp og ballaður inn í vátt á ansingarplássum og skúlastovnum.
 
Sum venjari, skalt tú ikki einans verða pedagogur, men tú skalt eisini eiga eitt slag av kynismu, sum ger teg føran fyri at trýsta leikarar til at offrað meira enn teir megnað av sær sjálvum.
 
Var einaferð útskiftingsleiðari hjá øðrum liði hjá KÍ. Tað gekk illa hendan dagin, og ein av bestu leikarunum á kí liðnum hendan dagin, sum eg visti hevði ein álvarsligan skaða, kom til mín og bað um útskifting, tí hann hevði fingið ógvusliga pínu har skaðin var.
 
Tomislav Sivic, sum var høvuðsvenjari hjá KÍ, stóð beint aftanfyri meg og eygleiddi dystin. Hann segði strangliga, at eg skuldi ikki skifta hann út, tí so skramblaði liðið saman.
Hetta segði hann hvørjaferð leikarin rópti til mín um útskifting. Eg var í dýrastu neyð, men útsetti útskiftingina. Løtu seinri skoraðu vit, og stutt eftir kom leikarin til mín og segði at hann skuldi ikki út álíkavæl.
 
Vit hava ilt í KÍ í løtuni, ti eydnan ikki er við okkum í løtuni.
 
Eg haldi at vit heldur eiga at standa saman við venjara og leiðslu KÍ’s og tað grundi eg serliga á tað megnar arbeiði sum tit hava gjørt seinastu árini.
 
Fyrsti dysturin nú er HB í Klaksvík og hettar er eitt gott høvið at vit sum áskoðarar, felag og leiðsla reisa okkum aftur og saman lyfta KÍ aftur í sigurstólin.
 
Góði Mikkjal & Co.
 
Vælsignaðir  - hølvi HB av!
 
Vinarliga
John William Joensen
KÍari
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…