Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Bøn fyri óføddu børnunum – men hvat gera vit fyri tey føddu børnini

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  21.09.2018 - 11:23 Bloggur Mentan Tíðindi

Ein prestastarvsfelagi hjá mær í Føroyum segði, at hann einaferð hevði hoyrt ein fyrilestur hjá einum rómversk katólskum biskuppi. Hesin segði: ”Eg eri 100% ímóti fosturtøku!  Men eg eri eisini 100% fyri fríari fosturtøku!” Hettar kann ljóða sum ein beinleiðis andsøgn, men tað kann vera, at biskuppurin í veruleikanum til fullnar hevði skilt evangeliið, ið sigur, at kærleikin er mætari enn lógin, at tørvur menniskjans viðhvørt má víkja fyri lógartrældóminum.

Føroyskur kristindómur er stundum eitt syndur nevrotiskur og mótapregaður. Í løtuni skulu tey ”ordiliga” kristnu biðja fyri óføddu børnunum fyri at verða roknaði sum ”ordilig” kristin. Tað er eisini í lagi at biðja fyri øllum skapningum Guðs, nakað á sama hátt, sum tá  Olfert Richard gjørdi kurteisisi frammanfyri konfirmantunum hjá sær, tí tað kundi jú henda, at har sat ein framtíðar statsministari ella nobelprísmóttkari.  Ongin av okkara meðskapningum eru virðisleys – fødd ella ikki fødd - øll hava tey tign uppiborna.

Men tá vit biðja fyri teimum óføddu børnunum, so eiga vit ikki at gloyma allar milliónirnar av óynsktum børnum, allar milliónirnar av vanrøktum børnum, allar milliónirnar av svøltandi børnum, allar milliónirnar av grátandi einsamøllum børnum – ei heldur tey túsund tals børnini, sum doyggja av hungri í nátt.  Heili ættarlið av børnum blíva í dag andaligir, sálarligir og likamligir kryplingar, orsakað av vantandi føði og vantandi umsorgan.  Bara meðan tygum hava lisið hesi orðini, eru fleiri børn deyð av hungri!

Tað er møguligt, at tað er ”serliga” kristiligt at verja støðuna hjá óføddu børnunum. Men samett við støðuna hjá øllum teimum óynsktu børnunum, hjá teimum verjuleysu fátækrabørnunum, ið svølta og pínast, er støðan hjá ófødda barninum luksus. Gøturnar í heimsins stórbýum eru fullar av svøltndi, einsamøllum, misnýttum og seiðpíndum børnum, sum eingin vil hava nakað við at gera - flóttafólkalegurnar og krígsvíðvøllirnir somuleiðis. Hví ikki biða fyri teimum??? Hví ikki fara til verka teirra vegna???

 Í USA jubla tey kristnu, tí at ein erka horkallur, sum Donald Trumph hevur tikið stuðulin frá øllum sjálvbodnum arbeiði, har virkað verður fyri at upplýsa um ”svangerskabsforebyggende” tiltøk í triðja heiminum. Hettar hevur hann gjørt fyri at tekkjast sínum evangelikalu veljarum. Pávin er við sínum forboðum  móti øllum fosturfyribyrgjandi tiltøkum, somuleiðis meðvirkandi til stóra neyð og elendigheit.

”Eg eri 100% móti fosturtøku, men samstundis 100% fyri fríari fosturtøku!” segði rómversk katólski biskuppurin, tí hann hevði lært, at lívið er ikki eitt roknistykki, ið altíð gongur upp. Tí hundraðtúsundtals kvinnur vórðu noyddar at bera eitt barn, ið varð gitið undir hatri ella tvingsli, ella eitt barn, tær hvørki orkaðu ella kundu føða ella geva eina framtíð.

Stundum var tað óttin ella skommin, ið var orsøkin til vandamiklu ólógligu fosturtøkurnar, men mangan var tað eisini veruligur móðurkærleiki, vónloysi og desperatión, ið var orsøkin til fosturtøkurnar. Og hvussu mangar kvinnur eru ikki deyðar, ella vorðnar limaløstaðar undir viðgerðum frá meira ella minni vælmeintum kvaksalvarum.

Tað er í lagi at biðja fyri øllum skapningum Guðs, føddum ella óføddum. Men tað verður aldrin meira ”kristiligt” at taka sær av teimum óføddu, enn at taka sær av teimum føddu. Tey, sum biðja fyri ófødda barninum, og sum eru móti fríari føsturtøku, eiga eisini at tvífalda sína umsorgan fyri føddu børnunum – annars er talan um hyklarí!

Ella eru ófødd børn meira verd enn fødd børn? Hetta er ein karsk samanbering - men álvaratos, hvat fyllir meira, møður, ið noyðast at bera børn tær hata ella vita, at tær ikki kunnu taka sær av, ella børn, ið verða fødd til neyð, hungur, einsemi og elendigheit, ella fostrið, ið ikki veit til sín, men bara er ein teoretiskur skapningur. Ófødda fostrið hevur óiva meðvitan frá Guði, og føddu børnini hava meðvitan nú, um hungur, pínu, einsemi, ótta og vantandi kærleika.

Eg havi ikki svarið, men eg veit bara, at eg fái ikki svøvnleysar nætur um  føsturtøkur, men eg havi mangan havt svøvnleysar nætur, væl vitandi, at um tað eydnast mær at sovna, so eru túsundtals børn deyð av svongd,  einsemi og líkasælum, tá eg vakni morgunin eftir.

Mín gamli lærari Paul F. Bradsham professari plagdi at ávara okkum móti ”desert island theologi” – móti at skapa eina guðfrøði út frá undantøkum. Orðini hjá honum ekkóa enn í oyrunum á mær.

Jesus kann neyvan nýtast til verju í einum orðaskifti um fosturtøku, tí hann visti kanska ikki hvat tað var, annað enn møguliga at seta nýfødd børn út at doyggja, sum fornkirkjan jú var hart ímóti. Og tá skriftstøð úr GT verða nýtt til at verja støðuna hjá ófødda barninum, so er mangan vandi fyri, at vit lesa nútíðarhugsan inn í tað, sum skrivað stendur, og soleiðis broyta ella mistulka tekstin, og har lesa nakað, sum teksturin ikki ætlaði at siga.

Um man í hesum førum skuldi givið Jesusi valið millum kærleikan og lógina, hvat hevði hann so valt?  Eg loyvi mæra gita, at hann hevði valt kærleikan og havt somu støðu, sum  rómversk katólski biskuppurin í Belgien: Eg eri 100% móti fosturtøku, men 100% fyri fríari fosturtøku!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Sólfinn Hansen
cand.mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 og starvast á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
"Ársins Rósa" - Seinasta freist í dag kl…
Siloakórið og Dania jóla­konsert
Útróðrarbátar­nir hava roynt norð­anfyri í…
 Sjúrður Skaale: Annita og Sirið siga ós…
Mjølnir jóla­kapping
Sjúrður Skaale: Sirið Stenberg helst sag…
Núpur landar á Kósini í morgun
Løgmaður má halda orð
Høgni Hoydal er líka snildur sum frekur
2. viðgerð av fíggjar­lóg­ini hevur stóran…
Eg nytti einki í mær sjálvum
Diamant­brúdleyp - Osla og Jóhannes
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur fingið svar…
Høgni Hoyda: Eingin annar enn landstýris…
Klaksvík­ingar gjørt nýggjan sáttmála
Skemtiligur jóla­sálmur
Ein ivasamur heiður
Jólaguds­tænasta fyri barnagarðs- og vøgg…
Brúdleyp - Hilda og Jógvan
Anakronisma og ivasamar samanberingar