Lýsing
Lýsing

Heini á Marknagili givin á Skipafelagnum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.09.2018 - 15:38 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi Vinna

Fríggjadagin var móttøka á Faroe Ship í Ánunum. Orsøkin var, at vælkendi og væl umtókti avgeiðslumaðurin hjá Skipafelagnum legði árarnar inn í skipafelagshøpi.

Heini hevur tænt Skipafelagnum í meiri enn 33 ár og sigast skal, at hann hevur verið ein rættuligur álitismaður og ein Skipafelagsmaður, ið tú kundi lata alt upp í hendurnar á.

Stjórin hjá Eimskip í Føroyum, Bogi Petursson Nielsen, helt eina takkarrøðu fyri Heina og handaði honum blómur og ein brævbjálva.

Tað var sera viðkomandi og líða á røðuna, sum Fróði Løkságarð helt á móttøkuni. Fróði dugdi sera væl at málað ein vanligan dag á Skipafelagnum upp fyri áhoyrarunum og tað var ikki sørt at vit áhoyrarar kendu okkum væl aftur í mongum tí, sum gløgsýnið hjá Fróða hevði goymt frá teim mongu árunum hann hevði arbeitt saman við Fróða.

Móttøkan var sett til klokkan trý. Nógv fólk møttu stundisliga og lýddu á frásøgu Heina. Men tað var skjótt at hølini blivu ov trong og vit vóru fleiri sum reistust eftir at hava fingið at eta, fyri at geva pláss fyri øðrum. Fólk kom og fór og ikki fyrr enn klokkan var farin um hálvgun sjey, fóru tey seinastu.

Vit her á Norðlýsinum fara eisini at nýta høvið at takka heina fyri gott samstarv hesi mongu ár, bæði árini úti í Klaksvík og nú hesi seinnu í Ánunum.

Góðan byr framyvir, Heini!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin