Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rakul Hansen/HB.fo

Niels Uni Dam: Eg renni yvir at klemma Kristian Joensen, um vit vinna FM í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.09.2018 - 13:21 Ítrottur Tíðindi

Niels Uni Dam, íðin HB viðhaldsmaður, sigur, at tað ger tað eyka stuttligt fyri kappingarárið 2018, um HB vinnur FM í Klaksvík.

Dysturin á Summar Festivalinum avgjørdi FM

Niels Uni Dam, HB viðhaldsmaður, heldur, at dysturin á Summar Festivalinum avgjørdi FM 2018.

- KÍ fór niður við høvdinum eftir tann dystin, so tann dysturin sá út sum tann, ið avgjørdi tað heila. Og so illa sum KÍ spælir fyri tíðina, so dugi eg ikki at ímynda mær, at HB ikki vinnur FM nú, sigur Niels Uni Dam við Norðlýsið.

 

 

Serliga stuttligt um tað verður staðfest í Klaksvík

HB skal bara hava eitt stig í Klaksvík fyri at tryggja sær FM í morgin. Tí kann HB í 2018 bæði í praksis vinna FM í Klaksvík (á Summar Festivalinum) og í ástøðinum nú í 23. umfari endaliga staðfesta tað. Niels Uni Dam gleðir seg til dystin í morgin.

- Tað er ein ''rival'' uppgerð millum Klaksvík og Tórshavn og millum HB og KÍ. So tað verður serliga stuttligt, um HB vinnur FM í júst Klaksvík. Um HB vinnur FM í morgin, so ætli eg fyrst at renna yvir til Kristian Joensen, KÍ viðhaldsmann, at geva honum eitt klemm. Eg kenni nógvar aðrar klaksvíkingar og kanska teir eisini fáa kærleiksheilsu eftir dystin. Á Summar Festivalinum var so góður stemningur millum HB viðhaldsfólk, sum eg ongantíð kann minnast. So er spurningurin, hvussu verður hesaferð, tí nú er tað sunnudagur og eingin Summar Festivalur, og tá er tað deydligt í Klaksvík, sigur Niels Uni Dam.

 

Hann sigur, at hann hevur eina avtalu við sín stjóra um, at hann møtir bara upp til arbeiðis mánamorgunin, um KÍ vinnur í morgin. Stjóri hjá Niels Una er Niels Uni Dam!

 

 

Dysturin millum KÍ og HB byrjar sunnudagin kl. 15.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað var ein knívur, sum varð funin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað
Spenningur til síðsta dyst í Føroya Tele…