Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hokus, pokus – flyta fokus

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  22.09.2018 - 17:54 Lesarabrøv Politikkur

tá sínámillum politiska kammerataríið bleiv meginreglan

So kom heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum.

Tað undrar, at ráðið slettis ikki viðger kolossala almenna útreiðsluvøksturin, sum nú táttar í milliardina.

Minst helvtin av almenna vøkstrinum er kamufleraður í grunnum og øðrum almennum skattafíggjaðum skipanum, og eru kommunurnar umframt spentar fyri at rinda partar av almenna ballinum - uttan tær yvirhøvur eru spurdar.

Hóast ráðið smoyggir sær undan at lýsa hesi álvarsmál, so er í frágreiðingini kortini nógvar greiningar, sum sjálvsagt áttu at orsaka gjølla viðgerð í miðlunum – ikki minst KvF. Men so eiðasørt.

 

Trællurin

Ístaðin bleiv ljósið burturav varpað á kommunala geiran, har kommunurnar eru gjørdar til búskaparliga trællin í búskapinum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum við sársaka í røddini í miðlinum harmaðist um, at hon í blektaðum politiskum reinlyndi áhaldandi hevur roynt at røkka viti og skili hjá kommununum, so tær kunnu vísa afturhald í íløgunum, men uttan úrslit.....?

 

Eingin konfrontatión

Sosialistiska samgongan hevur breggjað sær av góðu gongdini farnu 3 árini, uttan at verða konfronterað við veruleikan, at útspilta borgarliga samgongan tók trupul og ótradionell tøk at fáa búskapin á beint.

Undirskotið á fíggjarlógini var mestsum burtur í 2015, arbeiðsloysið minkað niður í 2,5%, fráflytingin bleiv til tilflyting og fólkatalið fór at vaksa frá 2013, hóast Hagstovan í kilometraumrøðu í KvF boðaði frá, at vit um fá ár í mesta lagi fóru at vera 40,000 fólk í Føroyum. Hví spyr forrestin eingin um hasa (politisku) forsøgnina nú?

Hóast góðu úrslitini, so átti borgarliga samgongan ongan tokka hjá andstøðu ella teirra stuðlum í miðlaverðini – tvørturímóti.

Og boðini vóru treytaleys. Allur “kavráði” borgarligi politikkurin skuldi rullast aftur, tá andstøðan bleiv samgonga.

Men hvar blivu vallyftini hjá sosialistunum av? Ongar av politisku hóttanum eru framdar í verki.

 

Álvarsligi munurin er tó, at varni fíggjarpolitikkurin er sleptur og almennu útreiðslurnar eru teymleysar. Útvið milliardina í útreiðsluvøkstri uppá trý ár! Har um enn helvtin er fjald uttanfyri fíggjarlógina.

Hvat sigur Búskaparráðið um tað – ikki eitt orð.

 

Fjalda avdúkingin

Kortini er tað sjón fyri søgn í heystfrágreiðingini, at her verður galin endi.

Samgongan er sloppin at villeiða um egnan dugnaskap – at tey eftir einum ári vendu undirskot til yvirskot á fíggjarlógini, fólkavøkstur og – ja, listin av sjálvrósi er langur. Men tølini í heystfrágreiðingini avdúka humbukkið.

Á s. 38 eru høvuðstølini fyri almenna geiran sett upp.

Har sæst, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2015 var 79 mio kr. Undirskotið í 2011 var omanfyri 600 mio kr, so borgarligi politikkurin hepnaðist stak væl.

Í 2016 var so loksins yvirskot uppá 214 mio kr.

 

Ikki øll søgan

Hevði Løgtingið ikki framskundað Viðareiðistunnilin á heysti 2015, so hevði undirskotið í 2015 verið 39 mio kr (og ikki 79 mio) og yvirskotið í 2016 samsvarandi minni, nevniliga 174 mio kr.

Men hetta er ikki øll søgan.

Sosialistiska gongan fekk 17 mio kr meira í kassan av forskattingini av pensiónunum (sum annars skuldi avtakast og varð skýrd rán), tøkugjaldið frá alivinnuni eykaskattað við 149 mio kr, avgjaldið á fiskatilfeingið við 43 mio kr og uppboðssølan gav 60 mio kr.

Ella samanlagt eykainntøkur uppá 269 mio kr meira enn í 2015 og tá eru spardu íløgukrónurnar ikki roknaðar uppí. Verða tær taldar við, er talan um heilar 311 mio kr.

Taka vit eykagjøldini og eykaskattirnar úr roknistykkinum fyri 2016 – ja, so verður yvirskotið ístaðin eitt undirskot uppá 95 mio kr!

Og sama søgan helt fram í 2017.

Hevði borgarliga samgongan ásett brotpart av sosialistisku okurskattunum undanfarna valskeið, so var longu yvirskot í 2013!

 

Politiska stásið

Hóast samgongan breggjar sær av at hava lagt góðar 300 mio kr til síðis í búskapargrunn, so er talan um politiskt stás. Somu 300 mio høvdu samfelagsbúskaparliga gjørt nógv betri nyttu til niðurrindan av skuld landskassans, men tað hevði sjálvsagt ikki muna so væl sum tjóðskaparligt gluggapynt.

 

Búskaparráðið staðfestir eisini stutt og greitt, at landskassin í 2017 hevði 775 milliónir í inntøku av forskattingini av pensiónum og av gjøldum á alivinnuna og fiskivinnuna. Tiknar úr vinnuni at rinda fyri almennu nýtsluna.

321 mio kr frá útspiltu forskattingini og restin – 454 mio kr frá fiski- og alivinnuni.

Vóru hesar inntøkurnar ikki, hevði úrslitið hjá landskassanum í 2017 verið eitt hall uppá 112 mio kr.
Og tá er danski blokkurin og tær gott og væl 200 mio ríkiskrónurnar til danskar stovnar ikki taldar við. Verða hesar 800 mio kr tiknar við í roknistykkið og drignar frá – ja, so er reella undirskotið nærri túsund milliónum – einari milliard! Hetta er sera viðkomandi og ikki minst álvarsamt.

Og vit eru í størstu uppgangstíð yvirhøvur! 

 

Ávaring

Búskaparráðið ávarar harafturat um, at inntøkur frá tilfeingisgjøldum kunnu verða sera óstøðugar. Vit vita av royndum, at kvoturnar á uppsjóvarfiski eru sera ótamdar, laksaprísurin og fiskaprísur sveiggjar og at oljuprísurin kann hava sera negativa ávirkan á rakstrarúrslitini.

Flestu fortreytirnar í vinnuni er variablar, meðan útreiðslurnar eru konstantar, uttan mun til fiskiskapin. Og sjón er nú fyri søgn, higartil í ár er útflutningurin minkaður við 542 mio kr, sum er heili 11%.

Heldur enn at skatta vinnuna av úrslitinum, blúgvast reyða gongan ikki við at okursskatta vinnuna við kassa eitt, uttan fyrilit til útlitini og faktisku umstøðurnar og úrslitini hjá vinnuni.

 

Kammeratarí

Men ætlanin sýnist eyðsýnd. Politisk øvundsjúka íblandað fíggjarligt fyrilitarloysi beinir fyri samfeløgum.

Lúrin kollektivisering undir páhaldi um sosialt rættvísi, hevur sum endamál at fremja politiska umfordeiling, har móttakarin skal standa í markleysum takksemi til politiska veitaran.

Definerð av politiskt samsintum búskaparfrøðingum, sum ikki blúgvast við at brúka sína almennu starvsstøðu at prædika tilgjørda sannleikan, har subjektiv politisk setursfrøði er vøllurin undir ráðgevingini.

Frøði, sum umvegis politiskum eltibløðrum og makum, síðani verða varpað fjøldini úr almenna miðlinum.

Sínámillum politiska kammerataríið gjørdist sostatt meginreglan – seinast við sokallaðu menningarkvotunum, sum er leiðin til frændaveldi – skipan vit síggja í londum, vit ikki vilja samanbera okkum við – hjá okkum undir heitinum marknaðargrundað skipan?!

Soleiðis gjørdist gerandisdagurin við sosialistiku gonguni – fólkið fær breyð og sjónleik. Rokningin kemur aftaná.

Tí er neyðugt nú at varpa ljósið á onnur evni. Hokus, pokus – at flyta fokus.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum