Lýsing
Lýsing

Lat bara tað almenna gera alt!

SKRIVAÐ: Gordon Rajani, stjóri MARK  |  22.09.2018 - 17:57 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Sonja Jógvansdóttir hevur lagt uppskot fyri løgtingið, sum skal loyva kommunum at byggja íbúðir. Hetta uppskotið tykist sera illa umhugsað, og tykist bert at hava til endamáls at vinna nakrar atkvøður.

Uppskotið tekur ikki atlit til kappingaravlagandi støðuna, sum longu er á marknaðinum, men ger støðuna enn verri í framtíðini, um uppskotið verður samtykt. Politikarar, sum leggja slík lógaruppskot fram, eiga at lýsa støðuna betri.

Taka vit eitt nú Tórshavnar kommunu, sum hevur uml. 2.000 fólk í starvi, so klára tey alt projekteringsarbeiðið og alla útføringina av einum byggjaríi sjálvi – tvs. at vinnurekandi arkitektar, verkfrøðingar og handverkar hava ongan møguleika at kappast við tímalønirnar hjá kommununi. Harafturat eigur kommunan longu byggilendi nógva staðni, og hevur tískil ongar útreiðslur til keyp av jørð. Privata vinnan má harafturímóti keypa byggilendi og aðrar veitingar fyri marknaðarprís. Hetta gevur kommununi ein so stóran kappingarfyrimun, at vinnulívið akkurát tað sama kann flagga út.

Men er hetta tað, sum vit í Føroyum ynskja? Skal kommunuskatturin hjá privatu føroyingum stuðla undir byggjaríi hjá tí almenna og samstundis niðurlaga vinnuligt virksemi í landinum?

Vit hava í dag ein vælfungerandi privatan marknaða, har privata vinnan rindar vanligar marknaðarprísir fyri eitt nú ráðgeving, handverkarar, asfaltering o.s.fr. Hví skulu kommunur og aðrir almennir myndugleikar sum t.d. Bústaðir, virka til at privati marknaðurin verður avskeplaður?

Harafturat fer hetta eisini at merkja, at um privata vinnan sendur eina umsókn til kommununa um byggiloyvi til leigubústaðir, so er tað størsti kappingarneytin (kommunan), sum skal seta krøv og vælsigna prosjektið. Hetta er púra burturvið!

Og hvat so við vanliga fólkinum í Føroyum? Hvat kunnu tey vænta í framtíðini? Tað kundi kanska verið gott um kommunurnar bygdu sethús fyri undirprís – so høvdu vit eisini kunna sloppu frá risastóru lánunum. Hvar steðgar galskapurin hjá politikarunum? 

Harafturímóti dámar okkum betri uppskotið hjá Fólkaflokkinum, og uppskotið hjá Sjálvstýri, um tað var tillagað nakað. Okkum dámar ikki, at kommunurnar av sínum eintingum fara at byggja bústaðir og harvið kappast við privatu vinnuna.

Um kommunurnar harafturímóti fáa heimild at samstarva við privatu vinnuna á sama hátt, sum kommunan í dag samstarvar við Bústaðir, so er hetta sjálvsagt áhugavert. Hetta hevði givið okkum møguleika fyri at gera konstruktivar loysnir saman við kommununum kring alt landið, og harvið bygt nógv meira enn tær 80 íbúðirnar, sum vit longu hava bygt. Við hesum leisti hevði kappingina á bústaðarmarknaðinum verið meiri jøvn, og bústaðarneyðin verið loyst eftir stuttari tíð.

Vegna MARK
Gordon Rajani, stjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin