Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Tilætlað álop á fiskimannin

SKRIVAÐ: Føroya Fiskimannafelag  |  22.09.2018 - 18:01 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Sum framhald av maili 20. sept. 2018 um menningarkvotur, har boðað varð frá, at í sambandi við útskrivan av fiskiloyvi til menningarkvotur  er ásett í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski,skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Sum er, er ongin sáttmáli við manningarfelgøini um veiðu í sambandi við menningakvotur. Tí er tað lógarbrot, at útskriva fisikiloyvir til menningarkvotur, so leingi ongin sáttmáli er gjørdur fyri fiskiskap í sambandi við menningarkvotu.

Heitt verður tí á bæði Fiskimálaráðið og landsstýrismannin í fiskivinnumálum um ikki at fremja lógarbrot og bíða við at útskriva fiskiloyvi til menningarkvotur, til skrivlig avtala er gjørd millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.

Vit hava sæð formularin um váttan um manningarviðurskiftir, sum Vørn brúkar í sambandi við útskrivan av menningarkvotum. Váttanin viðvíkjandi manningarviðurskiftum er bert ein krossur, sum rættindahavarin einsíðugt bert krossar av, uttan at nøkur trygd er fyri, at hetta er  juridiskt bindandi, og nakað eftirlit ella tilfar er við, sum tryggjar rættleikan. Tað tykist sum Fiskimálaráðið og Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum medvirka til at lumpa/snýta fiskimannin við vilja, heldur enn at tryggja, at fiskimenn verða løntir sambært sáttmálunum.

Verður hetta framferðin, er Fiskimálaráðið í ferð við at seta eina nýggja skipan í verk, sum loyvir rættindahavarum at fiska av føroyskum fiskirættindum, uttan at vera bundnir av sáttmálunum við manningarfeløgini, hetta er eitt beinleiðis lógarbrot og umgongilsi av ásetingunum í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Fiskimálaráðið brýtur lógina og hevur valt síðu móti fiskimonnunm í hesum føri.

Hetta er ein leið, sum fer at føra til eina generella skipan, har rættindahavarnir yvir ein kamb, ikki longur fara at verða bundnir av sáttmálunum við manningarfeløgini.

Hetta tilætlaða álopið á fiskamannin, fer Føroya Fiskimannafelag at berjast ímóti, við øllum teimum midlum vit hava og kunnu brúka.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB