Lýsing
Lýsing
Lýsing
Niels Uni Dam situr á húkinum við HB flaggi og eini Okkara øl | Mynd: Dávur Winther

HB ætlaði at fara avstað við húkinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  23.09.2018 - 19:34 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Rómurin var óførur í dag, tá ið HB-spælarar og –fjepparar fóru sigursælir suður aftur til Havnar at hátiðarhalda føroyameistaraheitið í bestu fótbóltsdeildini, tó at tað eru fýra dystir eftir at spæla, og steyp og heiðursmerki tá verða handað.

Ávegis suður, varð steðgað við húkin. “Tit taka altíð trappuna hjá okkum, so nú taka vit húkin hjá tykkum”! segði ein ovurfegin havnamaður, sum eisini kysti húkin.

Ferðaliðið stillaði upp við róp og gang, og so vórðu hópin av myndum tiknar, áðrenn tey aftur ovurfegin fóru rópandi innaftur í teir fýra bussarnar, sum bíðaðu eftir teimum.

Teir eldru HB-arnir, sum hava roynt at vinna meistaraheitið fyrr, stóðu kátir og glaðir, men friðarligir eitt sindur burturfrá og skoðaðu eitt sindur ernir hesa sigursælu fjøld.

Hóast KÍ tapti í dag, so er KÍ framvegis næstfremst í røðini. Men tað eru heili sekstan stig frá HB og aftur til næstfremsta plássið, sum also KÍ enn eigur og vónandi varðveitir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar