Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yvirtøkurnar hjá Javnaðarflokkinum 

SKRIVAÐ: Edmund Joensen, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin  |  24.09.2018 - 10:16 Politikkur Tíðindaskriv

Kostnaðurin av yvirtøkum Javnaðarfloksins koma til eitt nýtt landsstýrið, og føroyingar fáa rokningina

Jónleif Johannesen roynir at blása seg upp um Sambandsflokkin. Jónleif er ikki á rætta stað. Sambandsflokkurin fegin vil samstarva við Javnaðarflokkin, men tíverri er flokkurin hjá Jónleifi snaraður til at blíva ein loysingaflokkur.Kanska Jónleif kann hjálpa til at venda flokkinum?

 

Dýr familjumál

Hesaferð vóru kostaðarmiklu familjumálini ovast á skrá. Hetta sjálvt um økið er professionelt umsitið, og vandin fyri ógegni er burtur. Kærumøguleikar virkaðu eisini sera professionellir. 

Útlendingamál eru eisini klár at yvirtaka, hóast ongar fyrireikingar eru gjørdar. Eftir er at gjalda rokninginina. Hon verður send næsta landstýrið at gjalda, og føroyingar fáa sjálvandi eisini rokningina. Einki er ókeypis, nú fullveldisflokkar stýra. 

Blokkstuðulin er fastfrystur, og røddir ljóða upp í saman um ein blokkniðurskurð afturat. Tjóðveldi fær sítt. 

 

Á Fólkatingi
Javnaðarflokkin á Folkatingi hevur í fleiri ár mælt til tað sama. Somuleiðis hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi ákært danir fyri at keypa sær vald við peningi úr ríkinum. Tað vil siga, at blokkurin, sum jú er játtaður til sjúkrahús, pensiónir og almenna forsorg, eru pengar fyri vald, sambært nýggja Javnaðarflokkinum.

 Er Javnaðarflokkin blivin loysingaflokkur á hædd við Tjóðveldi og Framsøkn? 

Sær nakar mun á teimum?

 

 Stjórnaskipanarbroytingin, sum kom frá løgmanni sjálvum, leggur upp til loysing ígjøgnum bakdyrnar.

 

Upp undir seinasta val

Tá val var seinast, førdi Javnaðarflokkurin seg fram sum ein sambandsflokkur. Tá ið valið var av, hamskiftist flokkurin og ballaði seg gleðiliga í føvningin á Tjóðveldi og Framsøkn. Hetta hevur ikki líkst Javnaðarflokkinum.

Nú vit fara inn í eitt nýtt valár.

Tað skal ikki undra nakran, um Javnaðarflokkurin aftur fer at tosa, sum ein sambandsflokkur. Atkvøðurnar skulu jú koma frá sambandsfólki fyri síðani at brúkast saman við Tjóðveldi. 

Tað gongur sjón fyri søgn. Tey biðja jú um at sleppa at halda fram við somu samgongu - við Tjóðveldi og Framsøkn. Kumpassnálin, sum fyrr stóð á frælsi, javnrættindi og brøðralagið, er dottin av. Sjálv kumpassin slept fyri borð. Loysingarfólkini hava fríar ræsur at beistast og bólta sær.

 

Rokningin 784, at gjalda við kassa 1. 

Útreiðslurnar á fíggjarlógini eru hækkaðar 784 milliónir, síðan samgonga tók við. Fiskivinnan er gjørd politisk aftur, og álitið á hana er í fríum fallið millum manna. Útflutningurin er eisini minkaður munandi, meðan útreiðslurnar hækka støðugt.

 

Sporini ræða

Føroyar høvdu eina liknandi samgongu í tíðarskeiðinum 1985-1989. Hon leygði lunnar undir húsagangin fyrst í nýtiárunum. Tað hevði verið tápuligt at gjørt somu feilir aftur, sum løgdu lunnar undir eina tað svárastu kreppu i nýggjari tíð.

 

Føroyum tørva støðufesti

Sambandsflokkurin ger tað hann sigur. Hann ansar eftir tínum rættindum í ríkinum, tínum pengum, og fólksins viðurskiftum yvirhøvur.

Hann ansar væl eftir, at fíggjarviðurskifti Føroya verða forsvarliga umsitin.

Hann ansar eftir at vinnulivið, sum heldur øllum øðrum uppi, sleppur at virka á frían hátt, undir ábyrgd.

Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB