Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væl brúkiligt fiskarí

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.09.2018 - 13:34 Tíðindi Vinna

Tað sigur skiparin á útróðrarbátinum Brandi, ið rør út av Hvannasundi. Janus Sørensen sigur, at seinasta vika royndist bara væl, 32.000 pund á fimm túrum við 45 stampum, so vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir.

Vit hava roynt mest norðanfyri, men eisini sunnanfyri. Norðanfyri hevur størri parturin verið hýsa, men sunnanfyri hevur meira verið at fáa av toski.

Hesa vikuna hava vit gjørt ein túr og fingu 5.000 pund. Men nú sær ikki so væl út fyri restina av vikuni, tí veðurmenninir siga frá verri veðri og harafturat fer streymurin at harðna, men vit fáa at síggja, sigur Janus Sørensen.

Tá eg at enda spyrji hann um kalva, sigur Janus: "Nei, tað er so eigasørt, vit fáa onga spraddu og heldur ikki hevur verið nøkur skrubba at fáa nú eftir summarið".

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund