Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ókeypis at koyra leygardagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2018 - 14:00 Leiðarin Mentan Vinna

Klaksvíkar Handilsfelag spennir seg út og bjóðar øllum teimum mongu, ið koma til Klaksvíkar á Tunnilsdag, tær nýggjastu vørurnar og eisini góð tilboð. Svimjihøllin er opin og serligt fokus verður á tunnilsdagin hesaferð, sum eitt bindiklubbavikuskifti

Tunnilsdagurin minnir okkum norðoyingar á bummgjaldið, ið ikki vil fara vekk. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Landsstýrið hevur kravt eina íløgu, sum Landskassin hevur goldið, goldna aftur.

Hendan samgongan hevur sagt, at hon vil hava alt landskassainnskotið aftur, áðrenn tunlarnir verða ókeypis. Við øðrum orðum skal bummgjald fíggja tað, sum skatturin longu hevur fíggjað.

Norðoyingar eru tó ótroyttiligir og elska at skapa, hóast mótgongd. Klaksvíkar Handilsfelag er limafelagið hjá útvið 30 handlum í Klaksvík. Tey gera sum vant nógv burturúr tunnilsdøgunum.

Hesaferð er serligt fokus á bindiklubbar. Vit hyggja at einum kendum bindiklubba í Klaksvík, har flestu kvinnurnar hava verið vinkonur sín barndómsárini. Vit seta bindiklubbar undir luppin, og frætta meiri um hesar hjá einum miðnámssskúlalærara.

Serstøk kapping er á facebook-vanganum hjá Klaksvíkar Handilsfelag, har til ber at vinna eitt gávukort á 2.500 kr. hjá ávíkavist Café Fríðu, Jacqson ella hjá Jórun. Eftir tilmeldingunum at meta, so er stór undirtøka fyri hesari kapping. Einasta treyt er at senda inn eina bindiklubbamynd og tagga onkra aðra kvinnu, úr onkrum øðrum bindiklubba. Vit prenta nakrar av myndunum í dagsins blaði. Skundið tykkum, tí drigið verður fríggjakvøldið!

Blaðið er á tremur við handilslýsingum og tað er einki at taka seg aftur í, at øll vitjandi hava nógv í væntu. Hinvegin eru eisini aðrar lýsingar, ið rætta seg eftir fólki, sum koyra vestureftir.

Norðlýsið hevur prenta søguna hjá Realinum í drúgva tíð. Í dagsins blaði verða síðstu orðini prentaði, vit hava verið fegin um at prenta hesa lýsing hjá Óla E. Heinesen av samtíðarvinnusøgu føroyinga.

Leygardagin er tað bert ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum, ikki í Vágatunlinum. Flestu handlar fara at hava opið størsta partin av samdøgrinum, og spæla veðurgudarnir við, so verður nógv lív í býnum allan tunnilsdagin.

Norðlýsið ynskir øllum ein góðan tunnilsdag!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…