Lýsing
Lýsing

Steinmund Klakstein 80 ár

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  28.09.2018 - 14:08 Lesarabrøv Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Fjøld av fólki var samankomið at heiðra og heilsa upp á Steinmund, ið helt sín runda føðingardag í Skálanum í Klaksvík mikukvøldið tann 5. september. Sera gott lag var á øllum. Góður matur, fleiri talur, frálíkur tónleikur og solosangur.

Steinmund stóð í læru sum blikk- og rørsmiður í smiðjuni hjá J. F. Kjølbro á Fornagørðum undir leiðslu av Erlingi Høgnesen, ið var ein hendinga góður lærumeistari við víðum sjónarringi. Ein evnaligur handverkari, gløggur og væl belisin, sum tað liggur til Høgnesen-fólkini úr Fuglafirði.

Meistaralæran, sum tá var í gildi, hevði sínar fyrimunir, hóast strævna arbeiðsvikan var uml. 48 tímar - umframt at møta í tekniskan skúla flestu kvøldini í vikuni frá kl. 6 og úteftir. Tá fekst tú tó sum lærlingur loyvi til at royna teg í dagligum avbjóðingum undir kønari vegleiðing frá sveini ella meistara. Henda skipanin  er ikki til longur.

Á Fornagørðum tá vóru fleiri framúr góðir handverkarar til dygdarverk og við arbeiðssemi, og partur Steinmundar lá ikki eftir.

Havi kent Steinmund frá barni av, og sum lærlingur í smiðjuni  frá apríl 1956, hann er elsti sonur Elsu og Heina í Vági (sum hann var nevndur) - ein álitismaður í mong ár á Timburdeildini hjá JFK og hugfarsligur sunnudagsskúlalærari eisini.

Eftir lokna lærutíð helt Steinmund fram at arbeiða á Fornagørðum og tók samstundis lut í brandliði býarins, sum tá var undir tilbúgving, við at taka sær av neyðugum atliti og uppdrøgum í sambandi við alla eldsløkking í kommununi. Hann var eisini sløkkiliðsleiðari eitt skifti og vatnmeistari hjá Klaksvíkar kommunu í mong ár.

Og so hansara áhuga fyri ítrótti - ikki at forgloyma. Kanska serstakliga táið onkur av hansara egnu spælir við - ella er trenari hjá KÍ (!).

Steinmund er í faðirætt innistovumaður. Pápin Heini var næstelsti sonur Jógvan bónda í Vági. Festið tók Jóhan Pauli (Palli) á seg, sum hann røktaði væl, og snøggari útróðrarbátur enn hansar “Klakkur”  var ikki á vágini. Í móðurlegg hevur  Steimund eisini fleiri framúr hegnismenn og skemtarar.

Kent er, at Steinmund er hendinga maður at heita á í tiltøkum – og hann er av kvikastu monnum. Tað gav at bíta táið hann á vetri gleið niður í og fór undir í ísvatninum í einum vatnbrunni í Strandarhaga á náttartíð. Bakkatromin var øll glerstoytt, men hann kom í myrkninum skjótt upp aftur við egnari hjálp.

Og so hinaferð, táið maður var farin niðurímillum við bátahyljarnar. Tá var líka so skjótt atborið, at fáa mannin upp á turt, so eingin vanlukka hendi. Og takksamur var maðurin. Vitiliga.

Onkur helt skemtandi fyri í veitsluni hetta kvøldið,  at Jórun og Steinmund, ið giftust í 1963, so typiskt fyri tey - ordansfólk bæði tvey – fingu fýra synir við fýra ára millumrúmi (Heini 1964, Esmar 1968, Eyðun 1972 og Bárður 1976). Og tað var so tað. Heldur ikki á hesum øki var nakar “slingur í valsinum” (!).

Øll góðynski hiðani til tín og tínum í komandi tíð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Soleiðis umsita polittikarar pening borg…
Gekkakvøld og Tónleikacafé í Café Gloriu
Í morgin kl. 15.00: Steffen Gram - Eta…
Í morgin kl. 14: SEV - Grønar Føroyar
Flemish Cap í Spinnaríðnum
At uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum
Unga Astrid - í Atlantis Bio í kvøld 22:…
Nýggjar ljósmastrar við Djúpumýru
Legendskvøld í Spania­stovu
Afturhvarv – í kvøld kl. 19:30
Grillparty við Rudolf og Jákup
Fríggjadagur: Skráin í dag
Steintór Ramussen og sangskrínið
Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so…
Tjóðveldi stillar upp til Fólka­tingið
Rættindahavarar skulu við lóg gjalda
Eyðun av Reyni hevur listaframsýning í K…
KÍ, HB og GÍ hava vunnið Klaksvíkskappin…
Tilmeldingardagur hjá KÍ verður fríggjad…
DM inni: Tvey bronsuheiðursmerkir og trý…
Lýsing