Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúvadalshúsið til umrøðu í kvøld

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.10.2018 - 15:50 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

 

Í kvøld mikukvøldið 10. oktober klokkan 19.30 verður stevna sett øllum áhugaðum at koma í Uppistovu hjá Skótaliðið Nólsoyar Pálls. Øll fáa ein kaffimunn við onkrum afturvið og sjálvandi syngja vit eisini.

Gestabøkurnar: Olivur Thomsen kemur at greiða frá SNP-files, hetta snýr seg um Skúvadalsbøkurnar. Olivur hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at finna fram gestabøkurnar, ið hava ligið í húsinum eysturi í Skúvadali. Bøkurnar ganga heilt aftur í 60-ini. Eisini hevur Olivur talgilt nógvar bøkur, soleiðis at tær eru tøkar á internetinum. - Áhugavert verður at síggja hvør hevur gingið har eysturi fyri 50-60 árum síðani.

Myndabøkur: Hans Hjalti Skaale hevur savnað saman myndir sum Oliver Joensen og aðrir hav tikið í meðan gamla húsið varð tikið niður og nýggja húsið varð bygt. Tað er vorið til tríggjar sera snotuligar myndabøkur við sera nógvum áhugaverdum myndum. Hesar verða eisini sil skjals mikukvøldið.

Hvat nú?Á kvøldinum verður eisini tosað um hvat er eftir at gera har eysturi og hvussu vit koma har til at vit siga at nú er liðugt við at byggja nýggja húsið. Sjálvandi fara vit eisini at tosa um leiklutin hjá húsinum í skótahøpi og kanska ikki minst um húsið sum eitt alment tilgongiligt hús úti í haganum burturi frá dagliga samfelagsmeldrinum. Leygardagurin 22. september skuldi eftir ætlan vera seinasti arbeiðisdagurin. Men hóast nógv arbeiðisfólk møtti, so var veðrið so sera vánaligt, at valt var heldur at gera okkurt uttanfyri í nógva regninum enn at renna inn og út. Tí er nakað eftir enn. Tað er ikki nógv, men tað skal gerast.

Sum sagt, so eru øll, sum hava áhuga fyri Skúvadalshúsinum og SNP sera væl komin við. Eisini tú, ið einaferð fyri mongum árum síðani skrivaði í gestabókina í Skúvadalshúsinum, vælkomin!

Niðanfyri nakrar myndir frá seinasta arbeiðsdegnum 22. september. Hóast menninir valdu at arbeiða uttanfyri, so lútaði Frida gólvið á loftinum. Uttanfyri var brúgvin umløkin gjørd føst og túnið bleiv gjørt liðugt. Áðrenn fari var heim, var nógva tilfarið ið liggur uttanfyri vetrartryggjað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda