Lýsing
Lýsing

Vísindafólk uppdaga vakstrarhúsgass

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.10.2018 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Hvussu veðurlagið er broytt síðan 1880ini, er ofta dokumenterað í bókum og filmi. Hvussu veðurlagið fer at broytast næstu ættarliðini, hava vísindafólk nøkur boð uppá. Hesi boð byggja á og eru grundaðar á allar mátingarnar og allar kanningarnar. Mong viðurskifti eru, sum kanska gera tað eitt sindur fløkt at fylgja við hesum kjaki. Vit fara aftur um nøkur av hesum viðurskiftum og fara at royna at greiða frá. Hesaferð er tað um, tá ið vísindafólk uppdagaðu vakstarhúsgass.

Tað var í 1824, at franski stødd- og alisfrøðingurin Joseph Fourier (1768 – 1830) setti fram ástøðið, hvussu sólarljósið hitar lufthavið, og hvussu partur av orkuni kann forðast at at fara út aftur í rúmdina – á henda hátt kundi hitin á jørðini økjast, og veðurlagið broytast, segði hann.

Vísindafólk fóru eftir hetta at gera royndir fyri at kanna hesi viðurskifti. Tann fyrsta at leggja fram ítøkilig úrslit, var ein amerikonsk kvinna, Eunice Foote (1819 – 1888). Hon hevði gjørt royndir og hevði funnið útav, hvussu orkan í sólarljósinum var betur goymd í luftini, tá ið meiri var av CO2 (koltvísúrni) og vætu í luftini.

Hon segði, at "orkan frá sólarljósinum goymist best í luftini saman við CO2" og at "…var alt lufthavið bert samansett av CO2, so hevði hitin vaksi alla tíðina".  

Nøkur ár seinni, tað var í 1859, hevði ein íri, John Tyndall (1820 – 1893), gjørt eitt tól at máta, hvussu ymisk sløg av gassi goymdu hitan frá sólarljósinum. Hann skrivaði nøkur ár seinni um, hvussu stórur munurin var. Nitrogen (N) og súrevni oxygen (O) goymdu als ikki hita, men vatndampur og CO2 goymdu ógvuliga væl hita.

Hann gjørdi sær nakrar tankar um, at broytingar av innihaldinum í lufthavinum av CO2 og vatndampi "…helst hava gjørt allar broytingar í veðurlagnum á jørðini". Eisini var hann vísur í, at stórbýir kundu ávirka veðurlagið rundan um seg (heat island).

Tá ið komið var fram til aldarskiftið 1899/1900 vóru onnur vísindafólk farin at gera mátingar av, hvussu veðurlagið var broytt av vaksandi CO2 í lufthavinum – serliga orsakað av nógvari nýtslu av koli. At byrja við vóru vísindafólkini ikki ovfarin av útrokningunum, men sum tíðin gekk, gjørdust tey stúrin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Soleiðis umsita polittikarar pening borg…
Gekkakvøld og Tónleikacafé í Café Gloriu
Í morgin kl. 15.00: Steffen Gram - Eta…
Í morgin kl. 14: SEV - Grønar Føroyar
Flemish Cap í Spinnaríðnum
At uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum
Unga Astrid - í Atlantis Bio í kvøld 22:…
Nýggjar ljósmastrar við Djúpumýru
Legendskvøld í Spania­stovu
Afturhvarv – í kvøld kl. 19:30
Grillparty við Rudolf og Jákup
Fríggjadagur: Skráin í dag
Steintór Ramussen og sangskrínið
Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so…
Tjóðveldi stillar upp til Fólka­tingið
Rættindahavarar skulu við lóg gjalda
Eyðun av Reyni hevur listaframsýning í K…
KÍ, HB og GÍ hava vunnið Klaksvíkskappin…
Tilmeldingardagur hjá KÍ verður fríggjad…
DM inni: Tvey bronsuheiðursmerkir og trý…
Lýsing