Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lyndon B. Johnson og kona hansara, Lady Bird Johnson, avmyndað í Stonewall, Texas í 1968. | Mynd: www.texas.gov

Forseti ávarar um veðurlagsbroytingar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.11.2018 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Hvussu veðurlagið er broytt síðan 1880ini, er ofta dokumenterað í bókum og filmi. Hvussu veðurlagið fer at broytast næstu ættarliðini, hava vísindafólk nøkur boð uppá. Hesi boð byggja á og eru grundaðar á allar mátingarnar og allar kanningarnar. Mong viðurskifti eru, sum kanska gera tað eitt sindur fløkt at fylgja við hesum kjaki. Vit fara aftur um nøkur av hesum viðurskiftum og fara at royna at greiða frá. Hesaferð er tað um forsetan í USA, sum ávaraði um veðurlagsbroytingar.

Undir kalda krígnum brúkti USA nógvan pening uppá m.a. at gera kanningar av heimshøvunum og lufthavinum.

Tá ið so úrslitini av kanningunum komu, vóru niðurstøðurnar greiðar. Veruligur vandi var, at hitin á jørðini fór at økjast. Í 1965 ávaraði Jyndon B. Johnson (1908 – 1973) ímóti globalari upphitin í serligum boðum til kongressina. Hann segði um orsøkina, at hon var "…ein støðug øking av CO2 í lufthavinum frá lívrunnum brennievnum".

Hann ávaraði, at broytingarnar ikki bert fóru at vera lokalar, men við størri og størri mongdum av CO2 í lufthavinum, so fóru broytingarnar av veðurlagnum at verða kring allan knøttin.

Víðari segði hann, at "Tess longri vit bíða at gera okkurt, størri eru vandarnir og størri eru avbjóðingarnar. Dálkingin av luft og havi kennir eingi mørk, og avleiðingarnar kunnu gerast víðfevndar".

Hann mælti staðiliga til at gera okkurt við dálkingina av luftini og havinum av CO2, áðrenn skaðin sást. Seinni fóru fleiri vísindafólk kring allan heimin at vísa á tørvin fyri at stýra okkum burtur úr støðuni.

Í dag eitur forsetin í USA Donald Trump. Hann hevur ikki júst orðað seg líka sum Lyndon B. Johnson um vandan við veðurlagsbroytingum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…