Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bragd um reppið at verða ásigldur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.10.2018 - 14:33 Kykmynd Tíðindi

Mikudagin greiddi Oddmar Niclasen, eigari og skipari á Bragd, frá hendingini norðanfyri, tá Grønlendskur trolari var um at sigla teir niður.

Vit hava nú fingið eit AIS kut frá Jan Hammer Egholm frá Vikmar, sum vísir neyvt hvussu óhugnaligur tilburðurin var. Lítið er at ivast í, at vendið bakborðssíða á Bragd til, so bar manningin ikki boð í bý, tí teir lógu og fiskaðu, og bakborðsíða er, sum myndirnar vísa uppbygd. Tá hevði Oddmar ikki sæð trolaran og Bragd hevði óivað verið kliptur av.

 

Tuneq og Bragd from Norðlýsið on Vimeo.

 

Tað Oddmar segði um hendingina mikudagin er hetta:

Bragd nærum niðursigldur á Norðhavinum
SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.10.2018 - 17:00 TÍÐINDI VINNA
Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur, at tað var um reppi, at teir ikki vóru niðursigldir av grønlendska trolaranum Tuneq norðanfyri í dag.

Ímeðan vit liggja og fiska norðanfyri, síggið eg ein trolara ella nótaskip koma út úr Djúpunum. Skipið hevði beina kós á okkum, men eg væntaði sjálvandi at skipið fór at halda av áðrenn tað kom so langt at nakar vandi var á ferð.

Tá skipið er komið nærri, síggi eg at tað er ein grønlendskur trolari. Trolarin nærskast okkum helst við eini 12 míla ferð, og eg síggi at har hendir einki, trolarin heldur kósina beint á okkum.

Eina løtu visti eg ikki hvat eg skuldi gera, um eg skuldi sigla fram ella ikki, tí fór hesin at broyta kós í síðstu løtu, so visti eg ikki hvønn veg hann fór.

Men tað nærkaðist skjótt og eg gjørdi av at leypa frá inn í stýrhúsið og koyrdi fulla ferð á maskinina. Grønlendski trolarin streyk framvið, bert longdina av Bragd aftanfyri okkum. Eg sá ongan mann á brúnni, og ein av manningini hjá okkum leyp aftur at hyggja tá trolarin streyk fram við okkum, heldur ikki hann sá nakað menniskja ábrúnni. Tá trolarin var farin framvið rópti eg á hann í Whf inum, men har kom onki svar.

Eg eri sannførdur um, at ongin maður var á brúnni yvirhøvur, tí var nakar har, so ivist eg onga løtu í at onkur teirra hevði hugt út tá vit fóru strúkandi aftur við borðinum hjá honum.

Eg eri bara glaður um, segði ein ovfarin og kløkkur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, at tað ikki var hitt borðið, ið vendið til, tað er uppbygt, so tá hevði eg als ikki sæð trolaran og so bóru vit valla boð í bý.

Eg ringdi umborð á Brimil og boðaði frá, men teir hildu ikki at teir kundu gera nakað.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona