Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lena Anderssen syngur um sakn á nýggjum staklagi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.10.2018 - 11:41 Kykmynd Mentan Tíðindi

Í dag, fríggjadagin 5. oktober, gevur Lena Anderssen út nýtt staklag, sum kallast “To Be With You Again”.

Hetta er fyrstu ferð – burtursæð frá einum jólasangi í 2012 – at Lena gevur út einstakt lag, ið ikki er tengt at eini fløguútgávu. Sjálv er hon í holt við nýggja útgávu, og tá komandi útgávan varð tikin upp við legendariska Beatles upptøkumanninum Geoff Emerick handan knøttarnar í mars mánað í ár, var lagið “To Be With You Again” ikki teirra millum, hóast tað upprunaliga var upp á tal.

Lena kundi tó ikki sleppa “To Be With You Again” og í summar varð ein vika sett av at innspæla sangin. Talan er um eina klaver balladu og er tað Finnur Hansen, ið spælir klaverið, meðan Niclas Johannesen spælir kassaguitar og Karl Martin Samuelsen syngur kórrøddir. Haraftrat eru 32 strúkararnir eru innspældir í Makedonia.

Sjálv sigur Lena um lagið: “To Be With You Again hevur nógv at siga fyri meg. Sangurin er eitt slag av hugleiðing um lívið og hesa grundleggjandi kensluna av longsli, ið vitjar okkum øll nú og tá. Hesin sári saknurin, ið fær teg at ynskja, at til bar at fara aftur til eitt ávíst stað, eitt ávíst menniskja ella kanska eina ávísa løtu. Tann farna leiðin, sum tú ikki kennir veruliga virði á, fyrr enn hon er júst tað – farin.

Til ber at hoyra lagið her: 

 


Lena Anderssen – To Be With You Again from Norðlýsið on Vimeo.

 

 

 

Lena Anderssen og hennara bólkur spæla somuleiðis fýra konsertir í Danmark nú í oktober.

17.10 Godset, Kolding


18.10 Tobaksgaarden, Assens

19.10 Culthus, Nykøbing Falster

20.10 Musikforeningen Drauget

 

Tað er danska plátufelagið Songcrafter, ið gevur út lagið og “To Be With You Again” fæst til keyps kring allan heim.

Til ber at ogna sær lagið her: https://itunes.apple.com/album/-/id1437050000

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku