Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskt sum fremmandamál

SKRIVAÐ: Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn  |  06.10.2018 - 08:24 Lesarabrøv Mentan

Mál er eitt óundansleppandi fyribrigdi. Líka síðani Bábelstornið hevur mál verið mennniskjanum ein avbjóðing. Millum fremstu avbjóðingingarnar hjá føroyska samfelagnum er tí avbjóðingin at tryggja føroyingum og fólki, her býr, at kunna samskifta á føroyskum í øllum lívsins viðurskiftum her heima á landi, eisini í framtíðini – at forða fyri økismissi og arbeiða fyri økisvinningi.

Mál er eisini heilt einfalt ein týdningarmikil samfelagsspurningur, sum liggur tætt upp at spurninginum um fólkaræði, og sum skal hava viðgerð og raðfesting við játtan á fíggjarlóg landsins.

Eg var til ein part av tiltakinum hjá Tórshavnar kommunu, Diversity Week, í gjár og kommunan skal hava rós fyri at varpa ljós á evnið. Vit eru partur av altjóðagjørda heiminum, og hvussu vit enn skilja hetta heiti, so er í øllum førum greitt, at mentanir møtast sum ongantíð fyrr, ígjøgnum miðlar, men sanniliga eisini í holdi og blóði.

Fremmand arbeiðsmegi er eitt av gandaorðunum, sum verða slongd út, tá ið á stendur í vinnuni. Og fremmanda arbeiðsmegin er longu her! Hvat gera vit í Føroyum fyri at fáa hesi fólk inn í samfelagið á skjótasta og besta hátt, eins og tey, sum eru komin higar til føroyskan maka?

Vit vita, hvussu týdningarmikið málið er fyri at kunna luttaka í einum samfelagi, og tí er alneyðugt, at vit fáa skipað útbúgving í føroyskum sum fremmandamáli, altso, at útbúgva lærarar, so at vit kunnu fáa eitt støðugt og skipað undirvísingartilboð kring landið. Men eisini intensiv skeið, so útlendingar rættiliga skjótt kunnu ferðast frælst í samfelagnum – uttan málsligar forðingar – og harvið geva meiri og integrerast lættari – um tey skulu støðga styttri ella longri. Báðir partar vinna, Føroyar, føroyska samfelagið, føroyska málið OG tey, sum flyta higar.

Vit skylda teimum, sum koma til oyggjarnar, holla undirvísing. Vit mugu seta okkum sjálvum krøv, so vit kunnu bjóða teimum, sum koma, tilboð um føroyskt mál, føroyska mentan. Ikki fyrr enn vit gera tað, ber til at hugleiða um krøv og skyldur, meti eg.

Ábyrgdin fyri føroyskum er okkara! Føroyskt sum fremmandamál er partur av somu heild sum arbeiðið við føroyska móðurmálinum; tað eru einans vit, sum kunnu lyfta hesa byrðina. Avbjóðingin liggur í at taka alt vandamálið upp til viðgerðar og skipa alla málsliga frálæru í eina samanhangandi skipan, har móðurmálið eigur fyrsta plássið, og har øll onnur málundirvísing er skipað í mun til tað.

Amboðini mugu fáast til vega: orðabøkur, skúlabøkur, bókmentir, telduforrit, spøl, útvarps - og sjónvarpssendingar, filmar, fjølbroyttari atgongd til sjónvarpsrásir á ymiskum málum og mangt annað eru sjálvsagdur partur av uppdragnum, um vit skulu náa málinum um føroyskt mál.

Ein savning um føroyska málið og mál í Føroyum er alneyðug. Orkan má nýtast til at byggja upp, og úrslitið verður eftir, hvussu vit megna tað – úrtøkan í mun til íløguna.

 

·      Vit mugu taka sterkari leiðslu í avbjóðingini “føroyskum sum fremmandamáli”

·      Vit mugu granska og gera kanningar í føroyskum sum fremmandamáli

·      Vit mugu útbúgva undirvísarar serskilt til hesa uppgávuna

·      Vit mugu fáa eina samskipandi eind, sum er meira fokuserað á økið, enn vit kenna tað higartil

·      Vit mugu seta satspening av – og seta kvalitetskrøv

·      Vit mugu gera námsætlanir, lýsa førleikastig betur eins og stigvøkstur teirra eftir altjóða leisti

·      Vit mugu útvega undirvísingartilfar

·      Vit mugu viðurkenna og arbeiða við, at føroyskt sum fremmandamál er týðandi partur av arbeiðinum at seta á stovn Vaksnamannaútbúgving

Eitt hugtak innan málfrøði eitur “language shift” / “málskifti”, og tað merkir, at ein mentan knappliga skiftir mál, og tað kann henda eftir eitt ættarlið. Um vit misrøkja føroyskt sum fremmandamál, so gera vit ikki nóg mikið fyri at fyribyrgja einum málskifti í Føroyum!

Vit mugu ikki gloyma, at allir tilflytarar geva føroyska samfelagnum okkurt! Bakar Hansen, William Sloan, Jack Kampmann, Dorethe Bloch, Gordhan Rajani, Nikolas Kapnas, Sharon Weiss, , Philippe Carré, fransiskanaranonnurnar, Kristian Blak, Monika Stauss Joensen, Piotr Krakowsky, Kirsten Brix, Bernharður Wilkinson, og mong onnur. Tey eru ein fantastiskur møguleiki fyri okkara land!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagassrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði