Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Hansen á fiskivinnutinginum fyrr í ár

Hanus Hansen svarar Óluvu Klettskarð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.10.2018 - 18:02 Politikkur Tíðindi Vinna

Í einum drúgvum skrivi fer Hanus Hansen um allar spurningarnar, ið Óluva Klettskarð hevur sett Høgna Hoydal fiskimálaráðharra.

Skrivið frá Hanus Hansen sæst niðanfyri:

 

 

Óluva Klettskarð hevur sett Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, nakrar spurningar um fiskivinnuna í Norðoyggjum.

At spyrja ein havnamann um tað, tykist mær at verða at fara yvir um ánna eftir vatni, eg haldi, at vit duga betri at svara spurningunum her norðuri, so meðan eg havi bíðað eftir svari, havi eg gjørt eina roynd at svara vegna JFK-samtakið.

Eg síggi nú, at svarið frá Høgna er um at koma. Út frá tí, sum eg dugi at lesa, líkist hansara svar ikki nógv mínum. Tað sum er serliga løgið er at Høgni brúkar 2014 sum útgangsstøði, hóast tey ikki tóku við fyrr enn 14 september 2015. Sitandi samgonga hevði sostatt onga ávirkan á 2015. Tað sum er uppaftur løgnari og meira at kalla manipulation, er at Høgni nýtir 2017 at samanlíkna 2014 við, hóast nýskipanin ikki tók við fyrr enn 1 januar 2018. Eg havi brúkt 2015 sum samanlíkningargrundarlag við 2018.

 

1.    Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við ?

Fjarfiskiskapur hevur altíð verið hornasteinurin undir virkseminum hjá okkum her norðuri og verið grundarlagið undir øðrum virksemi, bæði á landi og tá tað hevur snúð seg um fiskiskap við Føroyar. Hetta er framvegis støðan hjá JFK-samtakinum og ávirkanin av fiskivinnunýskipanini á Barentshavið er tí altavgerandi. 

Áðrenn fiskivinnunýskipanina varð samlaða kvotan í Barentshavinum tryggjað verandi trolarum. Samlaða kvotan var í 2015, 2016 og 2017 í miðal 30.327 tons. Síðani skipanin við uppboðssøluni er komin, skal øll kvota omanfyri 27.000 tons seljast á uppboðssølu, umframt at 15 % av kvotuni upp til 27.000 tons, eisini skal seljast á uppboðssølu. Kvotan er í 2018 lækkað til 27.721 tons og harav skal so uppboðssøla. Tað vil siga at kvotan undir verandi skipan ongantíð hækkar aftur uppum hesa lækkaða kvotu.

Hartil kemur, at Fiskimálaráðharrin nær sum helst kann taka 8,5 % burturav kvotuni og útluta hendan partin sum menningarkvotu.

Sostatt vita vit bara við vissu, at verandi aktørar alla framtíð í mesta lagi fara at eiga 20.655 tons. JFK eigur 45 % av kvotuni, tað vil siga, at vit eiga uml. 9.295 tons til okkara samtak. Hetta er áleið tað, sum Gadus hevur fiskað um árið, síðani hann kom. Í 2015 – tá núverandi samgonga tók við, høvdu vit rættindi at fiska 13.960 tons við tveimum skipum – sambært núverandi lóg er okkum ikki tryggja meira enn 9.295 tons

Á uppboðssøluni fyri 2018 eydnaðist okkum at keypa eina nøgd, sum svarar til umleið ta nøgd, vit hava mist til uppboðssøluna, men tað kunnu vit ikki vænta fer at eydnast komandi árini. Fyri tað fyrsta kann væntast, at prísurin fer at verða ov høgur, og fyri tað næsta hava vit hoyrt landsstýrismannin siga, at hann til komandi uppboðssølu ætlar at royna at skipa soleiðis fyri, at vit, sum hava kvotu, ikki skulu hava sama møguleika at keypa sum aðrir.

At kvotan lækkar og hækkar í mun til vísindaligu metingarnar av stovninum í Barentshavinum, hava vit altíð verið vanir við, men fyrr hava vit, tá kvotan lækkaði, vita at hon einaferð aftur fer at hækka. Nú vita vit við vissu at kvotan hjá okkum og harvið Norðoyggjum er endaliga lækkað. Alt omanfyri 27.000 tons skal á uppboðssølu og av eini kvotu, sum er 27.000, ella lægri, skulu fyrst 15 % á uppboðssølu og so kann kvota uppá upp til 8,5 % verða tikin til menningarkvotu. So við vissu vita vit bara at verandi aktørar í Barentshavinum fáa 20.655 tons og av hesum eigur JFK 9.295 tons.

Orsaka av uppboðssøluni og um menningarkvotur verða tiknar og útlutaðar, hava Norðoyggjar sostatt mist 4.352 tons, sum svarar til eitt avreiðingarvirði uppá umleið 78 mio. kr. í mun til kvotuna 2015 til 2017, og nakað lægri í mun til kvotuna, sum er ásett fyri 2018.

Hjá heimaflotanum, sum her norðuri er grundarlagið undir virkseminum og arbeiðsplássunum á Kósini, er støðan enn tann sama, sum áðrenn hendan samgongan tók við og nýskipaði fiskivinnuna. Men hetta er bert tí, at fiskiskapurin hjá heimaflotanum hevur verið so út av lagi vánaligur. Eisini her hava vit fyrr vitað, at støðan einaferð fór at batna, men tann gularótin er tikin frá okkum við nýggju skipanini. Verður fiskiskapurin betri, skal økingin á uppboðssølu. Sum steinur omaná byrðu er nú eisini ásett, at hækking á Flemish Kap og undir Grønlandi skal á uppboðssølu.

Uppisjóvarskipini fara uttan iva at hava væl minni at fiska komandi árini.

Tríggjar orsøkir eru til tess.

-       mest loyvda veiðan av sild, makreli og svartkjafti fer uttan iva at lækka orsakað av tilráðing frá ICES, 

-       harumframt hava Føroyar orsaka av at eingin semja hevur verið um sild og svartkjaft – eins og onnur lond – ásett sær ein óveruliga stóran part av samlaðu ásettu veiðuni, sum fer at lækka tá ein semja fæst,

-       men tað sum er meira álvarsamt er, at samgongan hevur tikið 23,5 % av makreli, 23,5 % av sild og 33,5 % av svartkjafti frá verandi aktørum við tí endamáli at selja á uppboðssølu og at lata til menningarkvotur. Í ár eydnaðist okkum at keypa ein stóran part á uppboðssølu, men tað sum varð keypt, var tíanverri keypt alt ov dýrt til at talan kann verða um lønandi rakstur, og frameftir verður skipanin sambært landsstýrismannin snikkað soleiðis til, at tað skal verða truplari hjá verandi reiðarum at keypa á uppboðssølu.

So eisini viðvíkjandi uppisjóvarfiskiskapinum verða umstøðurnar munandi verri fyri Norðoyggjar í framtíðini.

Eitt, sum eisini hevur minkað um veiðumøguleikarnar her norðuri er, at fiskimálaráðharrin í 2017 av sínum eintingum  lækkaði gulllaksakvotuna, uttan tilráðing frá Havstovuni, sum annars hevur verið vanligt tey árini, kvotan er broytt. Hetta má helst vera eindømi, at ein fiskimálaráðharri hevur lækkað eina kvotu, uttan at biologarnir á Havstovuni hava mælt til eina lækking. Vit hava roynt at spurt, hví kvotan er lækkað, men hava ikki fingið nakað svar. Vit gita, at grundgevingin kann vera at skapa møguleika at selja lækkingina á uppboðssølu.

Samanumtikið hava vit sostatt mist ein stóran part av teimum rættindum, sum higartil hava verið grundarlag undir virksemi okkara. Sum nevnt fleiri ferðir, hava vit altíð verið vanir við, at kvotur og fiskidagar lækka og hækka. Hetta er ein óvissa, sum vit duga at liva við, men tann nýggja óvissan, sum fiskivinnunýskipanin hevur skapt, fer at raka nógv harðari enn náttúrugivna óvissan, tí nýggja politiskt skapta skipanin virkar á tann hátt, at hvørja ferð kvotur minka av náttúruávum, vita vit, at vit ikki fáa part av vøkstrinum, sum er omafyri ásettu hámarkini í lógini.

Nú er eisini staðfest, at sama uppskot um tilfeingisgjald, sum fyri Ólavsøku datt burtur, er lagt framaftur fyri Løgtingið. Eftir hesum uppskotið skal umleið helvtin av yvirskotinum rindast til Landskassan.      

 

 

2.    Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg ?

Her kunnu vit fyri okkara samtak upplýsa, at vit fyrra hálvár 2018 hava goldið umleið 10 % minni í lønum og hýrum í mun til 2017, og fyri alt árið verður helst talan um eina minking uppá 20 %.

Stórt sæð allar aðrar umstøður hava verið nøkulunda tær somu í 2018 í mun til 2017 - uttan nýggja fiskivinnunýskipanin (tó er oljuprísurin hækkaður nógv), so hesin lønarniðurskurður er fyri tað mesta fiskivinnunýskipanini fyri at takka.

 

 

3.    Hvussu er samtakið JFK/Kósin/Næraberg skipað ?

Sum øllum kunnugt eru útlendskir eigarar í JFK-samtakinum.

P/F Næraberg varð stovnað í 1999 í sambandi við verkætlanina at virka surimi í Føroyum.

Stigtakarin til hesa ætlan var Kjartan Hoydal, sáli, sum kontaktaði undirritaða, tí hann hevði samband við norðmenn, sum høvdu kunnleika til hesa framleiðslu. Kjartan heitti á okkum, at byrja eina verkætlan saman við norðmonnum. Arbeitt varð við at fáa verkætlanina í gongd, men hetta bar ikki á mál, tí ætlanin var sera kapitalkrevjandi.

Á heysti 1999 hitti eg Kjell Inge Røkke, sum longu tá var rættiliga væl fyri, og hann hevði beinanvegin hug at verða ein partur av eini surimiverkætlan í Føroyum.

P/F Næraberg varð stovnað. Norska felagið hjá Kjell Inge Røkke átti ein triðing og vit í JFK samtakinum áttu tveir triðingar. Hendan part hava vit átt síðani, men eftir at surimiverkætlanin steðgaði, seldu normenn sín part til tað hollendska felagið, sum enn eigur ein triðing av P/F Næraberg. Hetta samstarv við hollendingar hevur eftir okkara meting hepnast væl, millum annað førdi samstarvið við sær, at hollendska felagið keypti uppisjóvarverksmiðjuna í Kollafirði, sum Eik banki tá átti, eftir at framleiðslan var steðgað. Teir hava síðani rikið virkið.

Tá Kósavirkið læt aftur í 2008, og øll, sum starvaðust har, vórðu send til hús, byrjaðu vit at arbeiða við, at fáa nóg mikið av kapitali, til at opna virkið aftur. Tað vísti seg tó at verða ógjørligt at fáa nóg mikið av eginpeningi til vega í Føroyum, men við hjálp frá tveimum útlendskum íleggjarum og samstarvsfelagum eydnaðist tað okkum at sannføra BankNordik um at fíggja, og síðani hevur raksturin verið nøkulunda, onkur ár heilt góður. Í dag eiga føroysk feløg her norðuri 69 % av Kósini, meðan útlendsk feløg eiga 31 %. Samstarvið hevur øll árini verið gott. Kósin hevði ikki opnað aftur í 2009 uttan útlendskar íleggjarar.

Sum kunnugt, var tað hetta samstarvið við útlendingar, sum hevði við sær, at Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Vørn, um at vit sambært nýggju fiskivinnunýskipanini ikki høvdu møguleika at hækka partapeningin í sambandi við nýtímansgerð av Kósini. Vit noyddust tí at læna meira pening enn upprunaliga ætlað.

 

 

4.    Er virksemi so nógv skert hjá hesum samtakinum, nú tey siga seg noydd at selja ein av trolarunum, ið royna í Barentshavinum, vegna fiskivinnunýskipanina ?

Her er stutta svarið tíanverri ja. Kvotan í Barentshavinum er skerd so mikið, at vit mettu, at tað ikki var ráðiligt framhaldandi, at hava tvey skip at fiska í Barentshavinum. Fyri at greiða nærri frá hesi avgerð, leggi eg við tær viðmerkingar, sum nevndarformaður okkara skrivaði, tá onkur hevði hug at seta spurnartekin við, hvør veruliga orsøkin var til at selja Sjúrðarberg. Tølini eru útgreinað nærri omanfyri undir pkt. 1, og tey tons vit hava mist og ongantíð fáa aftur, svara nøkulunda til tað, sum Sjúrarberg hevur fiskað.

Tað, sum politikarar eftir mínum tykki hava ilt við at skilja er, at tað ikki ber til at eiga skip við tí endamáli at fiska kvotur, sum verða keyptar á uppboðssølu. Hetta er alt ov ótrygt, bæði fyri reiðarí og manning, og tað, sum verður keypt á uppboðssølu, verður oftast so dýrt, at rakstur ikki fæst í.

 

 

5.    Hvussu nógv er virðið av tí útlutaða til Norðoyggjar í sambandi við lógina um sjófeingi (75%) ?

At tosa um at so ovurhonds stór virðir verða útlutað til verandi aktørar, sum harvið fáa stórar gávur, er eftir mínum tykki púra skeivt, og setur fiskivinnuna í sera ringt ljós. Vit fáa rættin at fiska stór virðir, men tað er ikki ókeypis at fáa fiskin upp úr sjónum á skilagóðan og burðardyggan hátt. Útreiðslurnar eru nógvar til útgerð, viðlíkahald, olju, hýrur, rentur, avskrivingar umframt aðrar útreiðslur. Seinastu árini er eisini eitt alsamt vaksandi tilfeingis- og veiðugjald lagt á vinnuna.

Hetta er nærri lýst seinni í hesum skrivinum.

Fyrst nakrar reglur um, hvussu hesi rættindi, sum JFK-samtakið í dag hevur, eru komin í samtakið:

Eftir kreppuna fyrst í 90-unum varð fiskivinnulógin broytt í fleiri umførum til eina skipan í 1998, sum loyvdi at rættindini vórðu frítt umsetilig og tað var eitt politiskt ynski, at skip og loyvir vórðu avhend, fyri at minka talið á skipum í flotanum.

Tá eg tann 1. august 1996 kom til sum stjóri í samtakinum, átti JFK Sundaberg og Skálaberg, sum fiskaðu í Barentshavinum, á Flemish Kap, við Labrador og í Grønlandi. Øll onnur rættindi, sum vit í dag hava, eru keypt sambært galdandi lógir.

Vit hava síðani keypt hesi skip við rættindum og í onkrum førum bara rættindi. Hetta er keypt beinleiðis í samtakið, og í øðrum førum saman við øðrum feløgum í Norðoyggjum.

 

Uppisjóvarskip:

Prestland, Havørnin, June D, Betina, Sheanne, Gulldrangur, Fram og Pelagos.

 

Rækjuskip:

Gilstón og Palli hjá Mariannu.

 

Partrolarar:

Fram og Vestmenning, Grønanes, Safir og Smaragd, Nónhamar og Fjalshamar og Stjørnuna og Polarhav.

 

Línuskip:

Klakkur, Núpur, Jákup B, Pison, Helenu, Kvikk, Norðsøka, Líðhamar, Tind og Polarstjørnuna.

 

Ein skjót samanteljing vísir, at vit hava keypt hesi skip og loyvir fyri í hvussu so er 400 mio. kr. So at siga at vit fáa rættindir útlutað til gávus, er eftir míni meting at reingja veruleikan.

Vit meta, at vit bara hava gjørt tað í verki, sum politikarar tá samtyktu og ynsktu, at vinnan skuldi gera, men at vit nú missa stóran part av hesum rættindum, sum vit hava keypt og goldið. Tað kann tykjast sum lagnurnar speisemi, at ein partur av hesum rættindum, sum verða tikin frá okkum, verða útlutað aftur til teir, sum vit keyptu rættindini frá.

Sigast má at okkurt hevur verið rætt við tí skipan, sum hevur verið síðani 1998, tá fiskivinnan er farin frá at hava landskassaveðhald uppá uml. 2 milliardir og studningi uppá uml. 500 milliónir um árið til at virka uttan veðhald og studning og hava avlop umframt at tað nú verða inngoldnar um 300 mio. í landskassan sum kvotu- og tilfeingisgjald.

Her eru tøl fyri 1996 og 2017 fyri alt samtakið:                              

 

 

                                                                                                                                                                

                                          
6.    Hvussu kunnu útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum metast í komandi tíðum ?

Tíbetur er altíð trupult at meta um útlitini í komandi tíðum, men  – sum tað helst eisini sæst av tí, sum er skrivað omanfyri – eru útlitini fyri framtíðina munandi verri orsaka av fiskivinnunýskipanini.

Tað, sum er serliga køvandi fyri virksemið, er uppboðssølan og menningarkvoturnar.

Fiskivinnan hevur altíð verið sera turbulent, onkuntíð gongur væl, eisini sera væl, men til tíðir gongur illa. Skiparakstur er í mun til aðrar vinnur merktur av, at flestu faktorarnir eru óvissir og sera svingandi. Eg hugsi millum annað um, hvussu mest loyvda veiðan broytist frá ári til ár, hvussu fiskiskapurin fer at hátta seg, hvussu prísirnir verða, umframt hvussu oljuprísurin sveiggjar.

Tí hevur einasti tryggleikin verið, at vissa var fyri at skipini sluppu at fiska. Við uppboðssølu av rættindum er eisini hesin tryggleikin tikin frá fiskivinnuni.

Tí er tað sera trupult at hugsa um, at fara at endurnýggja skipaflotan.

Tað, sum eisini skapar stóran ótryggleika er, at tað tykist sum, at verandi samgonga ætlar sær at fara víðari, og víðka um tann partin av rættindunum, sum skulu seljast á uppboðssølu og takast til menningarkvotu.

Tað tykist sum tað tíanverri ikki bara eru vit, sum varða av fiskivinnuni, sum eru ivasamir um nýggju fiskivinnunýskipanina. Vit hava seinastu tríggjar mánaðirnar tvær ferðir søkt føroyskar bankar um fígging til smávegis umvælingar av gomlu skipum okkara, men bankarnir hava noktað, vísandi til at teir ikki hava álit á nýggju skipanini.

 

 

Klaksvík, hin 8. oktober 2018

Hanus Hansen

Stjóri JFK

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund