Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin fer væl av, at annar fer illa

SKRIVAÐ:  Helena og Hanus Samuelsen, avvarðandi  |  09.10.2018 - 10:34 Lesarabrøv Tíðindi

Tað var ikki uttan svørðslag, at vit fingu húsini á Eirargarði 14 og 16.  Fólk vóru fyri og ímóti, at bygt varð á sjúkrahúsøkinum.  Málið endaði í Løgtinginum.  Burtur úr tí kom fyrst ein løgtingsamtykt og so aftur ein nøkur ár seinni. Báðar ásannaðu, at varð ikki bygt á Eirargarði, bleiv einki bygt tá. Men samtykt varð eisini, at tað, sum bleiv bygt í framtíðini, skuldi byggjast í smærri eindum runt um í landinum. Og soleiðis er tað gjørt.

Vit,sum eiga okkara á Eirargarði, leggja ikki fót fyri at nýtt verður bygt í Suðurstreymi, tað er harðliga tiltrongt. Men eingin fer væl av, at annar fer illa.  Okkara gomlu á Eirargarði 16 eru ikki øðrvísi enn onnur gomul fólk. Tey vilja vera heima sum longst. Og vit, sum avvarðandi, mugu siga tað fyri tey, tí tey eiga eingi orð, duga ikki at tala fyri seg í orðum. Men eyguni tala og ótti kemur á summi, tí tey skilja ikki, hvat hendir. Nú biðja vit bara um, at bøtt verður um gamla heim teirra, so húsfólk og starvsfólk fáa frægari umstøður.

Nú eru vit aftur í 70ára stríðnum. Hesaferð er niðurstøðan hjá teim ráðandi at byggja nýtt. Men fyrst skal byggjast eitt harðliga tiltrongt barnaheim og so sambýli í Hoyvík, áðrenn nakað verður bygt til tey, sum í dag búgva á Eirargarði 16. Hetta liggur so langt frammi í tíðini, at fleiri av teimum og vit avvarðandi neyvan uppliva tað. Tí er tað okkara bøn bara tað, at bøta um hjá teimum, sum hava uppiborið, at tey og teirra starvsfólk fáa betri umstøður.  

Tað er soleiðis, at fleiri nýggj fólk eru flutt inn í seinastuni,og vit eru kunnað um, at fleiri koma aftrat. Hetta átti ikki at latið seg gjørt, fyrr enn neyðugar ábøtur vórðu gjørdar, so at tað gerst meira liviligt og arbeiðsligt í húsunum. Komu ikki ung fólk inn at búgva, var natúrligt fráfall, sum tað eisini er, tey gomlu sluppu at vera heima sum longst og húsini tómdust so líðandi. Tey ungu í dag krevja aðrar umstøður enn tær eru á Eirargarði 16 í dag. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB