Lýsing
Lýsing

Fleiri enn 70 lið tilmeldaði Skúlafótbólt

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.10.2018 - 16:19 Ítrottur Tíðindaskriv

Áhugin fyri fótbóltskappingini Skúlafótbóltur, sum verður í Marghøllini í heyst, vetur og vár er sera stórur. Fleiri enn 70 lið úr so at siga øllum skúlum kring landið hava meldað til Skúlafótbólt. -Og talan er um tilmeldingar í øllum árgangum, frá 1. flokki í fólkaskúlanum til miðnámsskúlar.

Tað er ikki eitt krav at luttakarar eru góðir fótbóltsspælarar ella spæla fótbólt við fótbóltsfeløgum kring landið, tí Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Gamaní er Skúlafótbóltur ein fótbóltskapping, men tað er eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.
 
Tilmeldingarfreistin hjá 6. flokki er 12. oktober
Fyrsti árgangur, sum skal kappast til Skúlafótbólt, er 6. flokkur, har umfarið verður ónsdagin 24. oktober. Nógvir 6. flokkar eru longu tilmeldaðir og freistin fyri tilmelding er fríggjadagin 12. oktober (hetta orsaka av at heystfrítíð er í næstu viku).
 
Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo, har tað eisini fæst meiri at vita um Skúlafótbólt.
 
Millum 6. flokkarnir, sum fara at kappast til Skúlafótbólt, er Frælsa liðið á Skúlanum á Fløtnum, sum eru avmyndaði her.
 
BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Mortensen sagt Ewald Kjølbro úr st…
Heimaflotin komin fyri seg undir fiskida…
"Ársins Rósa" - Seinasta freist í dag kl…
Siloakórið og Dania jóla­konsert
Útróðrarbátar­nir hava roynt norð­anfyri í…
 Sjúrður Skaale: Annita og Sirið siga ós…
Mjølnir jóla­kapping
Sjúrður Skaale: Sirið Stenberg helst sag…
Núpur landar á Kósini í morgun
Løgmaður má halda orð
Høgni Hoydal er líka snildur sum frekur
2. viðgerð av fíggjar­lóg­ini hevur stóran…
Eg nytti einki í mær sjálvum
Diamant­brúdleyp - Osla og Jóhannes
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur fingið svar…
Høgni Hoyda: Eingin annar enn landstýris…
Klaksvík­ingar gjørt nýggjan sáttmála
Skemtiligur jóla­sálmur
Ein ivasamur heiður
Jólaguds­tænasta fyri barnagarðs- og vøgg…