Lýsing
Lýsing
Lágtrýstið, sum á myndini sæst einar 4-500 fjórðingar vestan fyri Írland, fer næstu dagarnar at dýpast heilt nógv, og rættiliga nógvur vindur fer vera rundan um tað. Tíbetur fyri okkum í Føroyum, so fer tað ímóti Eysturgrønlandi. | Mynd: www.dmi.dk

Fyrsti stormurin í heyst

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.10.2018 - 09:29 Tíðindi Veðrið

Nú er triðingurin farin av oktober mánaða, og lágtrýstini eru farin at dýpast nakað fitt niður um tey, sum vit hava havt síðan í vár.

Í dag ser eitt lágtrýst statt einar 4-500 fjórðingar vestan fyri Írland. Trýstið í miðjuni er 979hPa, men veðurfrøðingar vænta, at tað er komið heilt niður í 954hPa í annaðkvøld. Vindur kring miðjuna fer at vera stormur – gott og væl.

Tað fer tíbetur ikki at koma so nær við Føroyar, at vit fara at merkja nakað serligt til tað.

Í hølunum á hesum lágtrýsti, fer eitt annað uppaftur djúpari lágtrýst at koma, og tað fer at koma nærri Føroyum – ætlandi ímillum Føroyar og Ísland fríggjakvøldið.

Fyribils verður mett, at fríggjakvøld og leygarnátt fer vindferðin at liggja um storm, 20 til 25 m/s úr suðuri. Leygarmorgun fer at minka.

Fylgt verður við hesum næstu dagarnar...  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í morgin kl. 14:30: Grønari flog- og fe…
Soleiðis umsita polittikarar pening borg…
Gekkakvøld og Tónleikacafé í Café Gloriu
Í morgin kl. 15.00: Steffen Gram - Eta…
Í morgin kl. 14: SEV - Grønar Føroyar
Flemish Cap í Spinnaríðnum
At uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum
Unga Astrid - í Atlantis Bio í kvøld 22:…
Nýggjar ljósmastrar við Djúpumýru
Legendskvøld í Spania­stovu
Afturhvarv – í kvøld kl. 19:30
Grillparty við Rudolf og Jákup
Fríggjadagur: Skráin í dag
Steintór Ramussen og sangskrínið
Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so…
Tjóðveldi stillar upp til Fólka­tingið
Rættindahavarar skulu við lóg gjalda
Eyðun av Reyni hevur listaframsýning í K…
KÍ, HB og GÍ hava vunnið Klaksvíkskappin…
Tilmeldingardagur hjá KÍ verður fríggjad…
Lýsing