Lýsing

Býráðslimir fara lætt um fyrisitingarlógina

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.10.2018 - 10:29 Politikkur Tíðindi

Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Tummas Lervig, var partur av viðgerini, tá Klaksvíkar Býráð avgjørdi at leggja nýtt græslíki á vøllin í heyst.

Í seinastu viku skrivaðu vit um hvussu býráðslimurin, Kristian Eli Zachariasen, sum dagliga starvast hjá alifyritøku, í tveimum førum hevur verið avgerandi fyri at alifyritøkan fekk síni ynski ígjøgnum í teknisku nevnd og í býráðnum.

Men hetta er ikki eindømi í Klaksvíkar Býráð.

Á býráðsfundinum 30. august samtykkir býráði mál um nýtt græslíkið til vøllin á Djúpumýru og tá atkvøður formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Tummas Lervig, saman við restini av býráðnum fyri málinum. 
 
Frágreiðing um málið:
Ætlanin var at skifta graslíkið á vøllinum í Djúpumýru í summarfrítíðini, men av ymiskum orsøkum varð hetta ikki gjørt.
Í samráð við leiðsluna í KÍ er tí avrátt, at vøllurin skal skiftast beinanvegin eftir kappingarlok. Sostatt skal alt fyrireikingararbeiðið gerast áðrenn 27. oktober
Umsitingin hevur síðani fingið boð um at hugsa alt økið væl og virðiliga ígjøgnum av nýggjum, við serligum atliti til UEFA krøv. Fundir hava verið millum vegadeildina, vallarumsitara og umboð fyri KÍ,
sum síðani hava tikið sær av at skipa eina tilgongd, ið tryggjar, at neyðugar leiðingar og annað, sum má
gerast, tá ið vøllurin verður skiftur, verða gjørdar í somu arbeiðsgongd.
Tað, sum hevur mest skund í løtuni er, at hædd verður tikin fyri komandi ljóskrøvum, sum FSF hevur sett. Hetta merkir, at betonfundament má gerast í somu arbeiðsgongd, sum vøllurin verður skiftur.
Hetta fer sjálvandi at hava ein eykakostnað við sær. Mett verður, at eykakostnaðurin fyri arbeiðið verður 1 mió. kr. fyri anleggsarbeiðið.
Málið um keyp av ljósmastrum verður at taka upp seinni.
Áðrenn summarfrítíðina samtykti býráðið at taka av lægsta tilboði upp á nýtt graslíki. Tí verður í løtuni arbeitt við at fáa Polytan at skifta vøllin í oktober.
Upplýst verður, at alt arbeiðið, sum verður gjørt á ítróttarøkinum, verður gjørt í samstarvi við Fuglark, ið hevur gjørt heildarætlan av økinum fyri býráðið.
 
Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen, Kristian Eli Zachariasen, Óli M. Lassen, Tummas J. Lervig, Beinta Klakstein, Gunvá við Keldu, Steinbjørn O. Jacobsen, Atli S. Justinussen, Beinir Johannesen og Herfrí J. Sørensen.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur styrkilisti
Mjølnir liðini í hálvfinalunum
Stjørnan vann á H71
Tað var ein sera góð tíð at vera barn í…
Jólini verða sungin inn í Árnafjarða kir…
Væl av fólki til jólatræið í Svínoy
Óarbeiðsførir fiskimenn, Krígssavnið og…
Atlantic Airways byrjar møguliga at flúg…
KÍ fingið nýggjan leikara
Mjølnir vann 3 - 0
Boris í uppskoti til ársins mál 2018
ÍF: Karl Løkin er okkara
H71 vitjar Stjørnuna og Team Klaksvík su…
Mjølnir kvinnur­nar spæla í dag
Føroya KFUK-skótar fegnast um stuðulin
Viðmerk­ingar til sending­ina Nón og spurn…
Jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Guðstænasta í Christians­kirkjuni
Jóla­konsert í Soli Deo Gloria
Avbyrging kostar