Lýsing
Lýsing

Eingin ivi um at Kristian Eli var ógegnigur

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.10.2018 - 13:12 Politikkur Tíðindi

Bjørn á Heygum advokatur, som m.a. var við til at smíðja stýrisskipanina, sigur at tað var einki høpi í tíðindaskrivinum, sum býráðslimurin Kristian Eli Zachariassen sendi miðlunum.

Í samband við at býráðið í Klaksvík, samtykti at loyva Bakkafrost at innihegna bryggjuna niðanfyri Krivjuvirki, vístu vit á at Kristian Eli sum var avgerandi atkvøðan í vinnunevndini og í býráðnum var í føstum starvi hjá Bakkafrost.

Siðani kom tíðindaskriv frá býráðsliminum har hann gjørdi greitt at hann var fult gegnigur.

Men Bjørn á Heygum er als ikki samdur.

  

Onki hald er í hesum tíðindaskrivi.

Maðurin er uttan fyri allan iva ógegnigur samb. lógina.

Hetta hevur púrt onki at gera við hvussu stórt arbeiðsplássið er.

Hann er ógegningur bæði samb. § 3 stk. 3 og 5 í fyrisitingarlógini.

Hann hevur ábyrgd av KT virkseminum hjá fyritøkuni.

Hann er sostatt í einum ábyrgdarstarvi hjá fyritøkuni, har hann er at meta sum ein lyklapersónur.

Hann kemur hervið undir ásetingarnar í fyrisitingarlógini um at hava “nært tilknýti til eitt felag, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum”,

Hetta er óheft av um hann er í nøkrum sokallaðum leiðslutoymi ella ikki.

Útgangsstøðið er, at tú ert ikki óheftur av tínum arbeiðsplássi, men tvørturímóti loyalur móti arbeiðsplássinum.

Ongin kann vænta, at tú sum alment umboð fer at handla móti áhugamálunum hjá tínum egna arbeiðsplássi.

Hann kemur eisini undir ásetingina í § 3 stk. 5 , har talan er viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum.

Í hesum førum eru júst talan viðurskifti, sum gera, at viðkomandi heldur við øðrum av pørtunum.

Hetta er mest sum sjálvsagt, og skuldi verið óneyðugt at kjakast um yvirhøvur.

Tíðindaskrivið frá Christian Eli Zachariassen er sostatt bara ein vánalig burturforkláring úr enda í annan.

Niðanfyri verða sent avrit av § 3 í fyrisitingarlógini til kunningar.

 

Vinarliga

Bjørn á Heygum

 

 

 

Ógegni

§ 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at

1) viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella umboðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein sovorðnan áhuga,

2) hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga,

3) viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum,

4) málið viðvíkur kæru um ella innan av eftiransingar- ella eftirlitsvirksemi mótvegis einum øðrum almennum myndugleika, og viðkomandi fyrr hevur verið við í tí avgerðini ella til at fremja ta atgerð, sum málið viðvíkur, ella

5) tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum.

Stk. 2. Persónur er tó ikki ógegnigur, um tað má metast, at áhugamál hansara eru soleiðis háttað ella so veik, ella at málið ella virksemi hansara í samband við viðgerðina av málinum, er soleiðis háttað, at eingin vandi má metast at vera fyri, at avgerðin í málinum kann fara at verða ávirkað av óviðkomandi fyriliti.

Stk. 3. Hann, sum er ógegnigur í einum máli, má ikki taka avgerð, vera við til at taka avgerð ella á annan hátt vera við í viðgerðini av málinum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Mortensen sagt Ewald Kjølbro úr st…
Heimaflotin komin fyri seg undir fiskida…
"Ársins Rósa" - Seinasta freist í dag kl…
Siloakórið og Dania jóla­konsert
Útróðrarbátar­nir hava roynt norð­anfyri í…
 Sjúrður Skaale: Annita og Sirið siga ós…
Mjølnir jóla­kapping
Sjúrður Skaale: Sirið Stenberg helst sag…
Núpur landar á Kósini í morgun
Løgmaður má halda orð
Høgni Hoydal er líka snildur sum frekur
2. viðgerð av fíggjar­lóg­ini hevur stóran…
Eg nytti einki í mær sjálvum
Diamant­brúdleyp - Osla og Jóhannes
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur fingið svar…
Høgni Hoyda: Eingin annar enn landstýris…
Klaksvík­ingar gjørt nýggjan sáttmála
Skemtiligur jóla­sálmur
Ein ivasamur heiður
Jólaguds­tænasta fyri barnagarðs- og vøgg…