Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tóku samanum um Skúvadalshúsið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.10.2018 - 11:38 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið var áhugaverdur fundur í Uppistovu hjá SNP, har nýggja Skúvadalshúsið var til umrøðu.

Ein táttur á skránni var um at endað sjálvbodna arbeiðið har eysturi. Árni Skaale greiddi frá, at enn er nakað eftir av smávegis arbeiði inni í húsinum og roknað verður við at um so er at handverkarar og hjálparar fara eystur einar tvær tríggjar ferðir afturat, so kann sigast at komið er á mál, í hvussu so er at fáa sjálvt húsið og umstøðurnar har lidnar.

Á fundinum kom tó fram tá Símin Michael Sørensen, peningarøkil hjá SNP legði fram, at tosað verður nú um at gera ein skúr til eitt wc og harafturat ein skúr til ljósmotorin. í hesum sambandið bleiv eisini tosað um sólselluskipan. Símin Michael greiddi frá peningaligu síðuni og segði at brúktar vóru slakar 300.000 krónur til at fáa húsið upp har eysturi, umframt tær 200.000 krónurnar, ið býráðið játtaði til endamálið. Størsti parturin er tó tað, ið givið og gjørt er ókeypis har eysturi. Roknað verður við at skuldi alt verið gjørt upp í pengum, so hevði húsið tyrlupallur og annað, ið gjørt er kosta eitt stað ímillum 1,5 milj. krónur og 2,0 milj. krónur.

Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur, ið var býráðspolitikarin, ið fyrstu fangaði týdningin av at nýtt Skúvadalshús bleiv gjørt, hevði eisini eitt inlegg á fundinum. Hann var ovurfegin fyri tað arbeiðið ið gjørt var higartil og hugleiddi eitt sindur um gøtur kring Klaksvík og eisini um gøtuna í skúvadal. Hann segði at býráðið var byrjað at gera gøtuna frá brunnunum á Uppsølum og suður á Borðoyarnes. Sjálvur hevði hann verið fyri at gjørt Skúvadalsgøtuna fyrst, men semja bleiv í býráðnum fyrst at gera gøtuna í Uppsala haga.

Olivur Thomsen greiddi frá um “SNP files” - Hetta er søguligt tilfar, um gerðabókum hjá ymsum SNP bólkum gjøgnum tíðirnar eins og Skúvadalsbøkur, sum Olivur hevur savnað og talgilt. Ætlanin er, at SNP files møguliga skal leggjast alment út á netið. Hesar bøkur og gerðabøkur ganga heilt aftur til 1941 og, segði Olivur, vit vita um søguligt tilfar heilt aftur til 20ini, altso tilfar, ið skjótt verður 100 ára gamalt.

Hans Hjalti Skaale vísti fram nýggju myndabøkurnar, sum hann hevur gjørt. Hetta eru myndir frá tá gamla húsið í Skúvadali varð tikið niður og til nýggja húsið stóð uppi. Hans Hjalti hevur gjørt tríggjar bøkur við nógvum myndum frá 2016, tá arbeiðið byrjaði. Ætlanin er so eisini at gera myndabøkur fyri 2017 og 2018.

Fundurin í Uppistovu í gjárkvøldið var sera áhugaverdur og hugnaligt. Sum altíð, tá eitthvørt er alment hjá SNP, so borðreiddu kvinnurnar kring felagsskapin við alskyns góðum afturvið einum kaffimunni. Primus Motor í felagsskapinum, Árni Skaale hevði nøkur orð frammanundan og takkaði fyri góða uppmøting, tá kvøldið var komið at enda.

Eitt SNP kvøld fer ikki aftur við borðinum uttan sungið verður. Hans Hjalti Skaale stóð fyri tí partinum og hann fekk eisini okkum at tingja “Tillukku til tín” til Tummas Lervig, býráðslim, ið var á fundinum og sum hevði sín 62 ára føðingardag í gjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB