Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Aserbadjan var nógv effektivari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  11.10.2018 - 21:27 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Hóast Føroyar vóru betri á nærum øllum barometrum, so skuldi Aserbadjan hava nógv færri álop til at fáa mál.

Aserbadjan økti til 2-0 í 67. minutti eftir álop í høgru síðu, sum endaði við skoti, sum málverjin einki fekk gjørt við. Leikgongdin í seinna hálvleiki minti um hana í fyrra hálvleiki. Føroyar høvdu yvirvág á flest øllum økjum, og fingu eisini onkrar heilt stórar málmøguleikarnir. Brandur H. Olsen bleiv púra leysur móti endanum av dystinum eins og eitt óbeinleiðis fríspark skuldi blivið vandamiklari, tá hetta var inni í brotssteiginum. Nærmast við var Atli Gregersen, men royndin endaði á yvirleggjaranum. Móti endanum revsaði Aserbadjan eitt mistak í føroysku verjuni og so endaði tað 3-0. Sostatt endaði tað við einum vónbroti á Tórsvølli í kvøld, har 2820 áskoðarar vóru til staðar.

 

Kosovo vann sín dyst móti Malta og sostatt er eitt krav til Føroyar at vinna dystin sunnudagin móti Kosovo, um vónin fyri at koma víðari úr bólkinum skal liva til teir báðar síðstu dystirnar í november.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund