Lýsing
Lýsing
Lýsing

Levi Joensen 85 ár

SKRIVAÐ: Ørvur Thomassen  |  12.10.2018 - 09:26 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Mín fyrsti túrur til skips

Herfyri vóru vit bæði konan eina ferð í Portugal, har vit sluppu at uppliva søguna hjá hesum stolta og arbeiðssama fólki. Vitjað varð á ymiskum søvnum, men tað var vitjanin á fiskivinnusjósavninum í Lissabon, ið førdi meg aftur til mín fyrsta túr til skips við Levi hjá Dáva fyri sløkum 60 árum síðani.
Tað var ein serlig uppliving at síggja stóru hvítu skipini á savninum við øllum doryunum á dekkinum. Summi høvdu 60 doryur, summi 50 og okkurt 40. Tað áhugaverda var, at tær vóru stáplaðar sum borðiskar oman á hvørja aðra 5-7 í hædd. Alt tað leysa mastur og segl, árar og harumframt bekkir, sum vóru leysir, bleiv tikið út og lagt við síðuna av - klárt at taka við, tá flotað varð aftur. Ein maður var við hvørjari og hevði fulla ábyrgd av henni. Teir vóru eisini í sjálvdrátti. Víst mintist eg doryuskipið við 97 monnum,  sum sigldi á ein boða úttanfyri Føroyingahavnina í august 1959.
Men lat meg fyrst venda aftur til Klaksvíkar í 1959. Var 15 ára gamal og liðugur við 4. millum í skúlanum og arbeiddi á Lítlu Beding, tá eg hoyrdi í Útvarpinum, at skiparin á Viðoynni søkti eftir tveimum monnum við snellu til Grønlands. Eg fór beint niðan á kontórið hjá Jógvan hjá Akseli og ringdi til skiparan. Eftir at hava fingið at vita, hvør eg var, segði Levi: Jú, tú skal sleppa við. Vit mynstra komandi hósdag. Tá og altíð síðan - vælhýrdur, tá vit hittast á máli.
Komin heim - segði eg fyri mammu, hvørjar ætlanir eg hevði. Hon var ikki júst glað, men hon segði, at hasa avgerð sleppur tú sjálvur at taka. Hon átti ongan sjómann tá og fór í grannlagið at spyrja, hvat eg skuldi hava við.
Jú, best var at fara til Havnar til Carl á Lag, har kundi eg fáa alt á einum stað. So við Pride morgunin eftir. Ein í mínum eygum eldri kona, helst um 45-50 ára aldur, gav mær alt, eg fór at fáa brúk fyri frá innast til uttast á mínum fyrsta túri. Hon skuldi bert hava at vita navnið á skipinum, eg fór við, so bíðaði rokningin, til eg kom aftur.
Norðafturkomin yvir á seglhúsið at keypa madrassu.  Hon var av træull og hessian. Eitt teppi varð seymað á, og tað virkaði sum lak allan túrin.
Vit mynstraðu hósdagin hin 30. juli. Mamma hevði lagt mær alt í klæðsekkin við Nýggja testamentinum ovast, sum eg fekk frá Jóhan Nielsen presti, tá eg var fermdur árið fyri. Hon legði mær eina við at lesa í tí, og tað gjørdi eg hvønn dag.
Tá vit loystu, var eg alspentur og spurdi Levi, um eg kundi sleppa at standa á brúnni og hyggja, tá vit løgdu frá landi.Tað slapp eg og stóð so errin og hugdi ígjøgnum rútin. Ikki eina løtu fall tað mær inn, at eg um fá ár fór at sigla um heimsins høv og standa á brúnni og hava ábyrgd av skipi og manning. Ætlan mín nú var bert at forvinna pening, so eg kundi fara á studentaskúla og síðani lesa til verkfrøðing.
Komnir vestur um Mykines í havalduna har var lítið um meg.  Eg fekk sjóverk og legðist í koyggjuna -pumpudeymurin gjørdi tað ikki betri.
Minnist væl, at skiparin hugdi til mín, tá hann morgunin eftir kom at fáa sær havragreyt við mollymjólk: Nú hin gamli, hvíl teg bara, tað fer at javna seg, royn og et eina skipskeks.
Eisini hinir umborð hugdu til mín og søgdu tað sama.
Rætt høvdu teir. Aftaná 5 dagar fór eg so smátt at koma fyri meg og fór aftur at gleða meg til at fiska millum menn. Tað allarfyrsta var nú at gera mær ein lippukassa, tí vit vóru í sjálvdrátti, og talt varð hvønn leygardag, hvussu nógvar fiskar hvør hevði drigið.
Tá vit nærkast Føroyingahavnini, har vit skuldu taka vatn og olju, hoyrdu vit tokulúður. Tað var ikki so løgið, tí tað var kolasvart í mjørka. Stýrt var eftir ljóðinum. Róp kemur í, og sagt verður, at eitt skip liggur beint fyri framman. Tá vit koma til skipið, stendur tað fast á einum boða.
Tað er eitt doryuskip úr Portugal við nógvum doryum og eitur Santa Maria Magdalena. Vit steðga og fáa samband við skipið. Stýrimaður teirra kemur umborð til okkara at leggja saman ráð, um hvat gerast skuldi.
Tá er tað, at Levi biður meg hjálpa sær at tulka, tí eg var nýkomin úr skúlanum og hevði lært enskt og dugdi eitt vet. Eg hjálpti sum frægast Vit verða biðnir um at sleipa teir av. Teir vóru á veg út, tá teir rendu á boðan, og teir fáa ein enda frá okkum. Vit royna at sleipa, men til fánýtis, teir høvdu rent á boðan á hægstu flóð. Vit ankraðu upp og løgdu okkum at bíða eftir flóðini. Í Grønlandi er stórur munur á flóð og fjøru. Skipið hjá teimum var nú farið langt á liðina, og Levi vildi nú bjóða teimum umborð til okkara, men tá kom danski sleiparin Achilles og biður okkum sleppa endanum, tí teir skulu taka sær av bjargingini. Levi segði kortanei, tí vit vóru kallaðir og bidnir um at hjálpa og fóru ongan veg.
Skiparin á sleiparanum gav ilt av sær og gav boð um at fara umborð á portugisaran og sleppa endanum hjá okkum.
Nú var ikki annað at gera hjá okkum enn at taka endan inn, hiva akkerið upp og sigla inn í Føroyingahavnina at taka olju og vatn. Tað var jú har, vit skuldu, tá vit sóu Sankta Mariu Magdalenu.
Seint sama kvøldið sum vit ætlaðu at sigla móti morgni, fær Levi boð frá formonnunum á Nordafar, sum høvdu við salt og annað at gera, at nú stóð illa til hjá portugisaranum. Veðrið var versnað, og teir vildu nú hava fólkið av skipinum, og sleiparin fekk ikki tikið teir umborð, tí sjógvurin skolaði inn yvir afturskipið. Tá Levi var spurdur, um vit kundu fara út eftir manningini, svaraði hann, at tað var skylda okkara at hjálpa fólki, sum var í neyð. Levi rópti á menninar og bað onkran fara á sjómansheimið eftir teimum, ið har vóru.
Tað var ringt veður, men tað gekst væl at koma út til skipið. Síðani gekk tað soleiðis fyri seg, at ein góð maskinjolla sleipaði ein størri bát, sum tók umleið 15 mans og sigldi millum skipini, til allir vóru umborð hjá okkum.
Teir vóru 97 mans, og vit vóru 20, og høvdu bjargingarútgerð til 25 mans. Vit sigldu innaftur í Føroyingahavnina, har ein annar portugisari lá, sum tók allar 97 menninar. Santa Maria Magdalena stóð leingi á boðanum, áðrenn hon sakk.
Um sjálva bjargingina skrivar Levi í bók síni: Lív mítt á sjógvi og landi,bls. 58 og 59.
Nú byrjaði okkara fiskarí, sum vardi til seinnu helvt av oktober, tá skipið var fult. Næstan øll inntøkan hjá mær fór fyri skipsklæðini.
Men tað var um Levi - fyrsta skipara mín  - eg ætlaði at siga okkurt.
Her kann sigast, at eg hevði álit á honum og kendi meg tryggan við hann. Hann vísti eisini mær álit, og tað var ikki sørt, at eg var góður við hann, og eri tað enn. Ofta kastaði hann, meðan vit svóvu. Var fiskur at fáa, bleiv ofta lítil svøvnur. Hevði hann brúkt mína snellu, so lógu altíð ein ella tveir fiskar í mínum pavni. Mangan verður sagt, at ein rukka er umborð á hvørjum skipi. Umborð á Viðoynni var ongin rukka, tað syrgdi Levi fyri. Eg lærdi at taka ábyrgd, vera stundisligur og at halda orð, nakað eg eisini hevði hoyrt heima.
Og hann var ógvuliga grammur eftir fiski.
Meðan vit hvíldu, plagdi hann at stima og leita, fann hann fisk, so kom hann beint og purraði út. Hetta var ikki sum at vakna heima hjá mammu. Tað var her og nú og beinanveg á dekkið at kasta. Stundum vóru vit so kvikir, at tveir mans stóðu fastir í leytaranum. Tað var jú sjálvdráttur, og loddið skuldi skjótt á botn.
Tað var strævið lív at vera fiskimaður. Tá vit mistu kennið, so skuldi siglast afturáaftur. Tað tók ikki so langa tíð, og hvør løta var tikin til at fáa sær ein blund t.d. at leggja seg á dúrkið í stivlum og oljuklæðum, tí ongin løta mátti fara til spillis, tí tað ráddi um at vera á dekkinum, tá hálað varð av.
Vit fiskaðu ikki sunnudag. Hesar dagar helt Levi møti seinnapartar, har flestallir luttóku. Tað vóru hugnaligar løtur. Summir dugdu væl at syngja, og sangurin gekk væl í lugarinum.
Pætur Franklin av Kirkju var bestimaður. Hann var tilkomin og royndur maður. Levi var bert 25 ára gamal og hevði longu verið skipari í eina tíð. Kenni meg vísan í, at Pætur Franklin var hentur at ráðføra seg við hjá Levi, tá ið á stóð.
Var ferðin til Grønlands trupul fyri meg, so var ferðin heim beinleiðis ógvuslig. Tað visti eg bara ikki tá, meðan tað fór fram. Minnist onki til, at nakar var bangin ella óttafullur, men teir eldru vóru ógvuliga alvorligir.
Øll skipini vóru farin heim, men Levi hann treiskaðist og vildi royna nakað afturat, nú vit vóru einsamallir eftir. Men nú sigur meistarin, at oljan var farin at ganga undan. Levi helt, at vit kundu fara inn í Vestmannaoyggjunum at bunkra um neyðugt. Vit royndu nakrar dagar aftrat, til skipið var fult. So fóru vit at sigla heim í fagrasta veðri, men á heimleiðini komu vit í illveður. Sjógvarnir, sum løgdu seg inn yvir skipið, gjørdust størri, og skansaklædningurin fór í bæði borð. Stútturnar stóðu berar eftir, og skipið var ikki til at kenna aftur, nú sjógvurin skolaði beint tvørtur um dekkið, og vit lógu nógv betur í sjónum.
Ein sjógvur brýtur fótin, sum bummurin hvíldi í, og bummurin fór at sláa borð í borð. Ein tann royndasti og raskasti fekk fatur á ein enda, sum var fastur í bumminum og fekk hann festan í ein kofilnagla.
Vit ungu fingu ordrar til at vera har frammi og ikki at koma aftur, tí vandi var fyri at sláa út, og teir har afturi sluppu ikki fram. Talan var um at leggja skipið uppí, men av tí at oljan var so lítil eftir, var avgjørt at halda fram. Seinni frætti eg, at teir: skiparin, bestimaður og meistarin høvdu hildið skipsráð um støðuna og tikið ta avgerðina.
Veðrið verður betur, og spurningurin var, um vit skuldu inn í Vestmannaoyggjunum eftir olju. Meistarin helt, at vit fóru at klára heim við tí ferð, vit nú høvdu.
Lagið var gott, tá vit aftur komu á Klaksvík, og vit fingu góðan prís, tá veiðan var seld í Esbjerg. Men Viðoyggin var ikki snøgg á at líta eftir hesa minniligu ferð.
Sigldi saman við Levi í trý ár. Eg gjørdist hvørki studentur ella verkfrøðingur, men endaði sum skipsførari í danska handilsflotanum og fekk eitt gott arbeiðslív. Samband hevur tó altíð verið við Levi hesi næstan 60 árini. Jú, eg lærdi nógv av honum og eisini hinum, eg var saman við til skips.
Hóast eg bert var fiskimaður í trý ár, so var eg fyri øðrum ógvusligum hendingum. Nýggja testamentið, ið mamma legði í klæðsekkin hjá mær, liggur á botni yviri á Fyllabank, har tað fór niður við Skálanes, tá hon brann og sakk um morgunin hin 18. juli 1961.
Seinni fór Levi í land at fiska mannasálir, og væl bar til.
Á tí andaliga økinum vóru vit ikki á sama báti, men í sama bátafylgi, har allir hava somu kós.
Góði Levi, vit bæði Karin - skyldkona tín - ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum fríggjadagin hin 12. oktober, nú tú fert langt upp um kappaaldur. Tað kennist væl framvegis at hava teg í nánd, og eg gerist glaður, hvørja ferð eg hoyri málið á tær í telefonini.
Harrin signi lívskvøld títt!
Ørvur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund