Lýsing

Bjørt tveitir uppskotið um tilfeingisgjøld aftur í høvdi á Hoydal og Háfoss

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.10.2018 - 09:53 Politikkur Tíðindi

Tað bleiv lagt merki til í Løgtinginum hvussu nógva orku Ingol S. Olsen, seinastu dagarnar hevur brúkt uppá at greiða almenninginum frá at eingin ósemja var í samgonguni um førda fiskivinnupolitikkin. Hann var sera hvassorðaður og ákærdu reiðarar fyri markleysan frekleika, tí at ávísur reiðari hevur stevnt landsstýrinum eftir endurgjaldi fyri mistar inntøkur.

Men gjárkvøldi gjørdi Bjørt Samuelsen forkvinna í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, greitt í KVF at semja var als ikki um fiskivinnupolitisku kósina og at hon sá onga meining at løgtingið í heilatikið viðgjørdi uppskotið, sum hennara egni flokksformaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur lagt fyri tingið.

- Høgni Hoydal átti ikki at verið komin í tingið við sama málið sum ikki bar á mál fyri einum árið síðani. Hon gav landsstýrismanninum boð um at gera eitt nýtt uppskot og samstundis gjørdi hon greitt at ætlanin hjá Kristinu Háfoss um at fáa fáa serliga nótaflotan at rinda 350 milliónir í tilfeingisgjøldum komandi ár var órealistisk.

-Tað gevur onga meining at viðgera uppskotið frá landsstýrismanninum, tí seinast uppskotið var til viðgerar var eingin meiriluti fyri uppskotinum og tí datt tað burt tá tingsetan endaði. So vit fara ikki at byrjað arbeiði fyrr enn landsstýrismaðurin hevur lagt nýtt uppskot fyri tingið.

- Inntøkumetingin hjá fíggjarmálaráðnum er óviss. Allir skattir sum vit áleggja eiga at verða settir eftir einum “fornuftprinsippi” og sum tað sær út at kvoturnar komandi færa at minka mugu siga at hatta tali sum fíggjarmálráði er komið við er sera hypotetist í løtuni, segði Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini í samrøðu við KVF.

Hoyr tíðindasending í kvf her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski
Gepetto Catering v/­ Árna Müller
Puigdemont er farin avstað aftur og hvat…
Hæddarpunkt: KÍ 3 - 1 TB/­FCS/­Royn
H71 hevði  munin
Nú skal KÍ spæla í Runavík um silvurið
Páll A. Klettskarð skal spæla fótbólt í…