Lýsing

Hergerð Joensen farin úr Føroyagrunninum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.10.2018 - 13:04 Politikkur Tíðindi

Fyrrverandi býráðslimurin fyri Tjóðveldi, harmast politiska orðaskifti um fiskivinnupolitikkin. Føroyagrunnurin hevur valt nýggja nevnd og Hergerð Joensen, sum hevur sitið í nevndini í 28 ár er farin úr nevndini og Hilmar Danielsen er valdur í staðin.

Mynd: Dávur Winther

Nýggja nevndin í Føroyagrunninum frá 1971 er nú manna soleiðis:
Jóhanna á Bergi, Jóhan Andrias Reyðberg, Annika Sølvará og Hilmar Danielsen
 
Hergerð fegnast um gongdina.
Hergerð Joensen hevur verið sera aktiv í lokalssamfelagnum seinastu mongu árini.
Hon sæt í 36 ár í nevndini í Klaksvíkar Arbeiðskvinnafelag umframt at hon hevur verið sera politisk aktiv í Tjóðveldi har hon m.a. umboðaði Tjóðveldi í Klaksvíkar Býráð tvey valskeið.
 
- Tá eg kom inn í nevndina í Føroyagrunninum í 1990 var støðan sera álvarsom. Sólbjørn Jacobsen,  fyrrverandi stjóri á Føroya Tele,, Anskar Hansen, Jógvan Isaksen sótu í nevndini tá eg kom inn í nevndina og vit áttu 1.470.000 kr. í grunninum. Skuldin var 150 mió. kr. og alt var við at steðga upp.


- Vit høvdu tveir trolarar, sum vóru til fiskiskap og vóru væl á veg at fáa fulla last. Norrmenn, sum fíggjaðu trolararnar, gjørdu greitt, at um ikki ein fíggjarlig loysn var funnin áðrenn trolararnir vóru fullastaðir og fóru at sigla heim, komu teir ikki aftur til Føroyar, men sigldu beinleiðis í norska havn at avreiða. Frestin vit fingi var til 1. Januar 1993.

- Tulesen var stjóri í JFK og bankarnir høvdu álit á honum, og tí var gjørd ein roynd at finna eina loysn. Men tað vóru ikki nógv, sum væntaðu at ein loysn fekst tí vit megnaðu ikki at reisa meira enn 1% í eginogn.

- Ímóti øllum forvantningum megnaðu vit at finna eina loysn, og sum eg seinri skilti, so var tað sera trupult at selja skip um júst hesa tíðina, so tað hevur kanska eisini viðvirka til at vit kundu halda fram.

- Tað gekk tíbetur væl og vit megnaðu skjótt at rinda skuldina í bátunum niður.
 

Stundin komin at leggja frá sær

Hergerð Joensen, sigur at á jólum verður hin 70 ár og tí er hon komin til tað niðurstøðu at nu er tíðin komin at seta ferðina niður.


- Eg fór úr nevndini í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag á seinasta aðalfundinum eftir at hava sitið í nevndini í 36 ár. Eg eri enn á skrivstovuni hjá arbeiðskvinnufelagnum, og sitið enn í nevndini fyri Kósavirkið, men eg vanti ikki at tað verður leingi afturat.
 


Harmast fiskivinnupolitisku gongdina
Hergerð Joensen, sigur at hon harmast um at politiska orðaskifti viðvíkjandi fiskivinnulógávuni.

- Hóast man kann taka undir við onkrum av tí, sum sagt verður haldi eg at orðaskiftið er rættiliga langt úti.


- Vit í norðoyggjum eru hart rakt av fiskivinnu politikkinum. Eg fegnist um at tað hevur eydnast okkum at gera stórar íløgur í Kósina, men tað nyttar einki um vit ikki fáa nokk av fiski til virkið.
 
Føroyagrunnurin eigur í dag 1/3 av JFK umframt at grunnurin eigur í øðrum feløgum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski
Gepetto Catering v/­ Árna Müller
Puigdemont er farin avstað aftur og hvat…
Hæddarpunkt: KÍ 3 - 1 TB/­FCS/­Royn
H71 hevði  munin
Nú skal KÍ spæla í Runavík um silvurið
Páll A. Klettskarð skal spæla fótbólt í…