Lýsing
Lýsing

Hevur løgmaður gloymt krókarnar kring landið ?

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna  |  13.10.2018 - 13:08 Politikkur Tíðindaskriv

Enn merkir vanligi lønmóttakarin onki til 100-tals milliónirnar, sum fossa niður í landskassan frá ali- og fiskivinnuni.

Slagorðið hjá løgmanni, og sum javnaðarflokkurin helst vann valið uppá var, at nú skuldi ríkidømi havsins út í hvønn krók í landinum. Tað eydnaðist at tøla veljaran, men sannleikans tími er við at innheinta løgmann. Enn eru 100-tals milliónirnar ikki náddar út í nakran krók – heldur hinvegin.

Nú hevur samgongan  sitið í 3 ár og kravt 100 tals milliónir meir inn frá ali- og fiskivinnuni og ætla sær meir enn, tí sum onkur teirra sigur, har er “skítfult” av pengum eftir.

Higartil hevur vanligi lønmóttakarin runt landið onga týðiliga broyting merkt til, at hesar 100 tals milliónirnar, sum fossa inn í landskassan frá ali- og fiskivinnuni, gera lívið hjá teimum lættari, sum lovað bleiv. Vanligi lønmóttakarin verður framvegis plágaður og undirdýktur við skattum og alsamt hækkandi og nýggjum avgjøldum.

Løgmaður, Høgni og Poul søgdu ikki fyri fólki, at teir fóru at hækka tinglýsingargjaldið, heilsutrygdargjald, inngjald til samhaldsfasta, avgjald til diesel og bensin, vegskattin, kringvarpsgjaldið, gjald til barsilsskipanina. Ætlaninr eru harumframt at hækka gjaldið til samhaldsfasta uppaftur meira.

Ríkidømi havsins, sum løgmaður og samgongan lovaðu at  deila javnari og rættvísari út í hvønn krók og inn í hvørja stovu í landinum, steðgar upp onkustaðni. Tað fer aðrar leiðir, ella verður oyðslað burtur av samgonguni. Landskassin og socialisman eru ómettilig og tað er heldur hinvegin, at løgmaður, Høgni Hoydal og Poul Michelsen eru farnir út um landið eftir meir peningi til at fylla í stóra pott og aðrar grunnar, sum allarhelst ongin núlivandi føroyingur fær ágóðan av.

 

Brotin lyftir

Spyrjið Palliba og Marsannu,  fiskimannin, sjúkrarøktarfrøðingin, námsfrøðingin, smiðin, timburmannin etc. Spyrjið heilsuverkið og starvsfólkini har, spyrjið tey sjúku og veiku og avvarðandi teirra, um tey merkja nakað til lyftir løgmans áðrenn valið, at ríkidømið skuldi út í hvønn krók í øllum landinum, inn í hvørja stovu.  

Spyrji íbúgvarnar norðanfyri fjall um teir hava merkt nakað til 100 tals milliónirnar, sum fossa úr teirra øki, spyrjið á sjúkrahúsunum. Spyrjið tey, sum eru uppsteðgaði í heilsuverkinum.

Hendan samgongan hevur so ruddiliga ,enn einaferð avdúkað,  at fyri tað um ein samfelagsbólkur, í hesum førinum ali- og fiskivinnan  skulu rinda meir, so merkir tað sanniliga ikki, at vanligi skattgjaldarin  sleppur bíligari. Samgongan/socialisman fær ongantíð nóg mikið av peningi inni. Hon leitar altíð eftir meir.  Tað er ein náttúrulóg, ein veruleiki.

 

Eru vit á veg móti statskapitalismu ?

Ístaðinfyri at samfelagið hevur nøkur sterk vinnulívsfólk  úti um landið, sum megna, duga og hava hug og árræði at skapa virksemi kring alt landið,  so bendir nógv á, at hendan samgongan stevnir fram ímóti ultimativa aðalmálinum, ynskidreyminum  við einum statskapitalisti, einum landsreiðaríi í Tinganesi . Er ætlanin, at vinnufyritøkurnar og   arbeiðandi fjøldin skal reduserast til at verða skaffidjór hjá landskassanum? Bara so dánt yvirlivað, men helst ikki nógv meir enn tað ?

Vit hava sæð úttalilsir um, at ongin sjómaður skal tjena meir enn 400 tús. Kr. um árið. Verður hetta maximumlønin hjá sjófólki okkara í komandi landsreiðarínum hjá Høgna, Aksel og Pól ? Við hesi gongdini eru vit sterkt ávegis móti hesum. Tað er bara spurningur um tíð, hvussu leingi núverandi aktørar tíma at fáast við fiskivinnu undir hesum treytunum, haralt er ein peruvellingur og har  allur vinningur yvir 400 tús. kr skal takast frá teimum. Tá verður klárt hjá Høgna, Aksel og Poul at stovna landsreiðaríið.

Sláið ring um borgarligu virðini og  bjargið Føroyum undan socialismuni, sum er við at forkoma okkara fiskivinnu.     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…