Lýsing
Krókuta skýformatiónin vestan fyri Skotland - tað er miðjan á lágtrýstinum, sum ávirkar veðrið í kvøld. Tað er farið framvið Føroyum á midnátt, einar 100 fjórðingar vestan fyri Mykines | Mynd: www.dmi.dk

Veksandi aftur í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.10.2018 - 16:28 Tíðindi Veðrið

Ringasta regnið er farið norðurum. Miðalvindferðin kring landið er 10 til 15 m/s – í fjøllum og skørðum heilt fitt meiri enn tað, sjálvandi. Ættin er landsynningur-sunnan.

Soleiðis fer hann at liggja eina løtu – ælaveður verður aftur um 1-2 tímar. Um 10 tíðina ella so veksur vindurin upp í 18 til 23 m/s – eitt sindur minni norðanfyri.

Eftir midnátt er ættin farin vestur um sunnan, og vindurin vaksin enn eitt vet – upp í 20 til 25 m/s. Mesti vindurin sunnan- og vestanfyri – eitt sindur minni í Eysturoy og í Norðuroyggjum.

Vindurin heldur á til umleið 8-tíðina í morgin. Tá fer at minka. Á middegi er komið niður í 8 til 12 m/s.

Í mun til forsagnir fyrr í dag og í gjár, so er talan um eitt sindur minni av vindi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SEMJA í málinum um setan av forstjóra og…
Borgar­stjó­rin fegnast um nýggja graslíki…
Graslíkið tikið av
Open by night í Klaksvik
Eitt vakurt summarkvøld
Peningastovnar­nir læna mest út til húsar…
Articon og IRF í felags verkætlan
Grein 52 a fyrispurn­ingur til landsstýri…
Moralska kumpassin
Menningar­kvotur til Sandoynna tað einast…
Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa
Verða menningar­kvotur­nar goymdar til val…
4 milliónir døgurðar um dagin!
KÍ havt sína síðstu venjing á hesum gras…
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”