Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Sparikassi  heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Stjørnuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv - myndir Anton Højgaard  |  12.10.2018 - 21:34 Ítrottur Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Norðoya Sparikassi og hondbóltsfelagið Stjørnan hava endurnýggja stuðulsavtaluna í tvey ár frameftir, soleiðis at Norðoya Sparikassi framhaldandi verður høvuðsstuðul fyri kappingarárið 2018/19 og 2019/20.

Stjørnan er sera fegin um avtaluna og saman við øðrum góðum stuðlum, er tað møguligt hjá okkum at halda áframm við menningin av felagnum. Sum kunnugt, so hevur Stjørnan ein høvuðusvenjara, sum tekur sær av venjingunum hjá øllum deildum, saman við einum góðum venjaratoymi í felagnum. Hetta er ein miðvís ætlan, sum skjøtul varð settur á fyri tveimum árum síðani, har nevndin í Stjørnuni avgjørdi at miðvíst arbeiða við kleking og menning av egnum tilfari.

Vit fegnast um hesa gongdina, sum eftir okkara tykki fer at geva úrslit seinni, tí tað er sera umráðandi hjá einum so týdningarmiklum felag sum Stjørnuni, at hava eitt langtíðar aðalmál, har vit í mest møguligan mun við egnum leikarum kunnu mynda allar deildir.

Fíggjarligur stuðul er sjálvandi sera umráðandi, men stuðul frá teimum, sum hava áhugamál í Stjørnuni er ikki at undirmeta og eru vit sera fegin fyri tí góða baklandi, vit hava, tá ið talan er um leikarar, venjarar, hjálparfólk og øllum annars, sum altíð eru fús at veita eina hjálpandi hond til felagsarbeiðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda