Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjáldsamur fuglur í Svínoyarhavinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.10.2018 - 16:54 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Á floti leygardagin, avgjørdu vit at fara eystureftir. Komnir somikið eystur, at Fugloyggin var væl undan Svínoynni, valdu vit báðir at kasta. Satt at siga sigldu vit eftir fugli, men allan tann langa teinin her eystur, sóu vit lítið av fugli. Tó vit skutu okkum tríggjar lomvigar burturúr teim seks vit sóu. Annars fingu størru bátarnir væl av fugli, sundamenn vóru norðanfyri og fingu 94 um helvtin lundi.

Veðurmaðurin boðaði frá meira vindi av út suðuri, so vit hildu tað ikki vera ráðiligt at fara longur við fimmannafarinum, so vit valdu bara at kasta. Eitt fitt lot hevði verið undan allan vegin eystureftir og tá vit nú løgdu stilt, merktu vit meira til vindin og sum dagur leið vaks vindurin bara.

Eg kann gott siga, at vit brendu í hann í heintað.

Vit royndu við tráðu og kanska var tað ikki rætta amboðið, tí vit fingu fyri tað mesta sera stóran tosk og tað kom fleiri ferðir fyri at tveir vóru á, onkutíð fýra, so tað var nærum ikki til at fáa upp við hesum “fínu tráðunum”. Høvdu vit í staðin brúkt snellurnar, so hevði verið skjótt at skrætt teir upp og fiskingin hevði verið effektivari.

Men vit skuldu ikki liva av fiskiskapi, bert hava til húsbrúk. Haldi at hetta man hava verið besta kennið vit báðir, eg og bróður, nakrantíð hava verið í. Vit fingu nógvar eftir okkara máti yvirvaksnar toskar og “jumbur” líka stórar.  Men tað hugaliga í fiskihøpi var kanska, at vit eisini fingu heilt smáa hýsu og smáfisk. Vit fingu eina positiva og hugaliga váttan um, at fiskurin rættuliga er komin aftur á føroyagrunnin. Vit fóru úr neystinum tá klokkan var farin um 10 leygarmorgunin og vóru aftur í neystinum um fýratíðina og høvdu eini 3-400 pund, so dagurin var góður.

 

 

Ein sjáldsamur Fuglurin

Ein, sum er vanur at skjóta og eygleiða fugl, leggur skjótt til merkis, um ein “óvanligur” er í millum teir tú sært flóta á havinum.

Vit sóu ein, á stødd við ein fulkubba, men tað sást skilliga at tað var ikki ein slíkur, tí hesin fleyg upp í loft, bert nakrar fáar metrar og settist so aftur at pikka, nakrar metrar og so aftur at pikka. Hesin var sera lættur á flogi.

Eg royndi í skundi at fáa eina mynd. Mátti sooma langt inn við myndatólinum og tá var ikki lætt at finna fuglin í søkjaranum, tí báturin rullaði illa, fokus var alla tíðina skeivu megin fuglin. Men eg fekk brúkiliga mynd.

Heimkomin var at hyggja í bøkurnar og spyrja Jens-Kjeld Jensen. Sum altíð er hann skjótur at svara og sendið mær tekstin úr bók síni, Færøernes fugle, fakta og tal.

Um hendan fuglin verður sagt at hetta er ein sera sjáldsamur fuglur á okkara leiðum. Um Stóra helsareyða sigur Jens-Kjeld Jensen:

 

 

Thorshane

Stórur helsareyði

Red Phalarope

Phalaropus fulicarius (Linnaeus, 1758)

 

Længde: 20-22 cm.

Status: Meget fåtallig trækgæst (ikke alle år)

Forekomst: Mest maj og august-november

Første fund: 00.05.1900

Antal æg: 4 æg (3)

Ringmærkning: 1

Genfund i udlandet: 0

Udenlandske ringfund: 0

Ældste kendte fugl: 8 år

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB