Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hundraðtals kilometrar eru millum Havn og Klaksvík – mentanarliga !!

SKRIVAÐ: Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur í Klaksvíkar býráð  |  15.10.2018 - 15:17 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Í løtuni eru 75 kilometrar at koyra við bili millum Tórshavn og Klaksvík, og hetta brúka miðstaðarpolitikarar sum grundgeving fyri, at KvF framhaldandi bert skal hava eina sentrala redaktión, men hesir politikarar gloyma, at mentanarliga, etiskt, vinnuliga og átrúnaðarliga er frástøðan fleiri hundrað “kilometrar” millum høvuðsstaðin og flestu býir og bygdir kring landið, og tað er hetta fjølbroytni og ríkidømi, sum Kringvarp Føroya við verandi sentralistiska bygnaði, ikki megnar at umboða.

At Føroyar eru fjølbroyttar, og at land okkara fevnir um landspartar, sum eru ymiskir, er ikki ein trupulleiki. Tvørturímóti er tað eitt ríkidømi, tí hetta er tað, sum ger Føroyar til eitt land, altso ikki ein bý, men eitt land og eina tjóð við øllum teimum sereyðkennum, sum eitt land hevur.

Fyri at varðveita hetta ríkidømi og fjølbroytni sum land og fólk, skrivaði eg fyri nøkrum døgum síðan eina grein, har eg mæli til, at ein komandi landsstýrissamgonga í sínum samgonguskjali skal avtala at skipa Kringvarp Føroya í tríggjar redaktiónir, tvs. Tvær redaktiónir uttan fyri høvuðsstaðin við 5-8 starvsfólkum í hvørjari, har onnur verður staðsett í Klaksvík ella har á leið, meðan hin verður staðsett í Suðuroy – hetta fyri at tryggja, at KvF fær hetta sama fjølbroytni, sum okkara land hevur, og í framtíðini kann og fer at megna at umboða okkum allar føroyingar.

Henda grein hevur elvt til mikið kjak, og tað gleðir meg, tí tað ber boð um, at eg havi nomið við eitt viðkomandi evni, sum hevur áhuga millum manna. Tó undrar og harmar tað meg, at summir viðmerkjarar, sum eru ósamdur við mær um hetta, velja at niðurgera míni sjónarmið. Summi kalla mínar áskoðanir enntá fyri at vera “Havna-fobiskar”, men einki kundi verið longur frá veruleikanum, tí tey, sum kenna meg, vita, at eg havi starvast í høvuðsstaðnum í fleiri áratíggju, eg eri góður við høvuðsstaðin, men eg elski eisini hetta ríka land okkara Føroyar, sum Havnin er høvuðsstaður fyri, og TAÐ er grundin til mítt sjónarmið, at tað ER neyðugt at desentralisera ein lítlan part av KvF, um tað framhaldandi skal megna at liva upp til sítt navn: Kringvarp FØROYA.

Samstundis gevur hetta mær orsøk at koma við nøkrum ískoytandi grundgevingum fyri støðutakan míni í hesum spurningi.

 

Ynskja vit eitt annað output

mugu vit eisini broyta input

Tað er ein kendur lærusetningur, at ynskir tú meir av sama úrsliti og framleiðslu, so skalt tú bara lata standa til og einki broyta.

Júst hesin logikkur er viðkomandi at taka fram í sambandi við Kringvarp Føroya, har vit eru mong, sum í hesum døgum seta okkum spurningar sum hesar:

Skulu vit framhaldandi hava eitt Kringvarp Føroya, sum lýsir flestu samfelagsmál úr sjónarhorninum hjá havnarborgarum og “serfrøðingum” hjá landsmyndugleikanum og ikki hjá føroyingum sum heild? Ella skal KvF eisini hava redaktiónir uttan fyri høvuðsstaðin, har fólk hava aðrar áskoðanir til viðkomandi samfelagsmál?

Eitt nú hava vit upplivað, at KvF í rættiliga stóran mun ikki hevur megnað at ført nøktandi kritiskan journalistikk í mun til fiskivinnunýskipanina, hóast har eru ógvuliga stór og álvarsom ivamál, og eisini hóast harðmæltar røddir, bæði í vinnuni og fakfeløgum, hava ávarað. Slíkt er ógvuliga álvarsamt, tí her standa stór samfelagsvirðir upp á spæl, og eitt tjóðarvarp sum KvF hevur ómetaliga stórt vald og ávirkan á almennu opiniónina.

 

Har skattur tín er

verður hjarta títt við

Ein høvuðsorsøk til einvísa journalistikkin hjá KvF í mun til fiskivinnunýskipanina er heilt víst tann sama, at hesin stóri og valdsmikli stovnur hevur bara eina sentrala redaktión, har allar meiningar og avgerðir hjá øllum teimum umleið 100 starvsfólkunum verður sentralstýrd.

Tað sigur seg sjálvt, at um Kringvarp Føroya framhaldandi bert skal hava eina adressu og eina redaktión, sum liggur í Havn, har øll starvsfólk hava sín starvsstað at arbeiða útfrá, so verður tað lættari hjá teimum at fara yvir í Norðurlandahúsið, í LS, á Setrið, oman í Tórsgøtu o.s.fr., enn at vitja, lýsa og vera nærverandi kring landið alt sum tjóðarrás okkara føroyinga.

Eisini verður torført hjá KvF, um tað framhaldandi bara fer at hava heimstað í Tórshavn, at skilja, virða og fjálga fjølbroytni okkara føroyinga við at umboða aðrar áskoðanir enn tær, sum eru ráðandi í høvuðsstaðnum.

Tí er eingin ivi í míni sál um, at tað er alneyðugt hjá eini komandi landsstýrissamgongu at fella niður í samgonguskjalið, at bygnaðurin fyri Kringvarp Føroya má broytast, so hesin stovnur verður førur fyri at umboða fjølbroytnið og ymiskleikan í føroyska fólkinum, og hetta verður best gjørt við at áseta við lóg, at KvF – umframt høvuðssætið í høvuðsstaðnum – skal hava tvær redaktiónir afturat við 5-8 starvsfólkum í hvørjari, har onnur verður staðsett í Klaksvík ella har um leiðir, og hin verður staðsett í Suðuroy.

 

Keypmannahavn, 13. oktober 2018

Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur í Klaksvíkar býráð

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…