Lýsing
Lýsing

Bátasavnið á Spinnarínum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.10.2018 - 16:30 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Ólavur Poulsen, ið er hugsjónarmaðurin aftanfyri stovnina av bátasavni og felagnum Samognini, sigur at nú er bygningurin “Spinnaríið” klárur at taka ímóti bátum bátaáhugaðum og fólki við áhuga fyri sosialari samveru kring hin føroyska bátin.

Vegurin hertil hevur verið langur, sigur Ólavur, tað byrjaði tá eg var formaður í Útróðrarfelagnum, at vit royndu at fáa fatur á gomlu havnarskrivstovuni í Klaksvík til sosiala samveru hjá teim nógvu, ið høvdu egningarskúrarnar sum plássið har man hittist tá tær longu uppiløgurnar vóru. Hetta hugskotið datt niðurfyri.

Men seinni stendur spinnaríið tømt. Søgan aftanfyri tað er í stuttum, at Niels Mortensen keypir bygningarnar hjá Klaksvíkar Timburhandli við Borðoyarvík, bæði goymsluhøllina og gamla Spinnaríið. Niels Mortensen gevur síðani Klaksvíkar Kommunu Spinnaríið til gávuðs, ímeðan høllin verður tikin niður og Bónushandilin verður bygdur har, sum høllin hjá Timburhandlinum hevur staði.

Ímeðan eru vit nakrir, ið hava tosað um grindabátin Samognina í Klaksvík og hava havt áhuga fyri at útvega eitt framsýningarhøli til grindabátarnar og aðrar kendar árabátar í Klaksvík.

Vit sendu so fyristpurning til kommununa um at fáa Spinnaríið til hetta hugskotið og fingu játtandi svar.

Tí bleiv ein nevnd sett at útvega pening til at restaurera Spinnaríið. Hetta hevur tikið sína tið, men nú er so komið á mál. Bygningurin er liðugt umvældur uttan, sama er galdandi fyri niðaru hædd, har tó nakrir snøklar eru eftir og farast skal nú undir liðugtgerð av ovaru hædd.

Hesum seinasta skulu vit, ið hava áhuga fyri føroyska bátinum í Klaksvík nú taka lut í, og tí heita vit á so nógv áhugað sum møguligt at seta seg í samband við okkum. Felagið aftanfyri tiltakið fekk navnið Samognin, tí vit hildu at Spinnaríið skuldi kennast sum ogn hjá okkum øllum.

Hevur tú áhuga fyri hesum tiltakinum, so ring til Ólav Poulsen á telefon 217130 ella til onkran av limunum í felagnum Samognin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald