Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eitt opið bræv til tey, ið vita betur enn eg

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  19.10.2018 - 07:35 Lesarabrøv Tíðindi

Ein skelkandi sjón!

Nú um dagarnar hevði Zacharias Hammer eitt skelkandi sjónband á álnótini, har hann av sonnum lýsti, hvussu álvarsom støðan verður um eitt óhapp hendir í tunnlunum Norður um Fjall – serliga um eldur kemur í.

Øll eru samd um, at tunnlanir Norður um Fjall eru vorðnir gamlir og ótíðarhóskandi, og at neyðugt er við einari nýggjari farleið.  Men, vit vita eisini, at tað verður hvørki í morgin ella í ovurmorgin, ei heldur næsta ár, ella árið eftir.  Vit liva jú í einum samfelag, har bæði fíggjarliga og manningarliga orkan er avmarkað. Men, tað merkir kortini ikki, at málið ikki hevur skund.

Støðan er álvarsom. Ein skilamaður tosaði herfyri, her í blaðnum, um eina ”tikkandi” deyðsfellu, og helst hevur hann rætt! Men, skulu vit so bara hyggja at í meðan! Gera vit onki, gera vit okkum so ikki eisini til evt. samsek í einari vannlukku, um hon skuldi hent í meðan?

Tá vit, sum ikki hava serkunnleika innan samferðslu, fara at siga teimum serkønu innan hettar økið, hvat ið er mest ráðiligt at gera, so eru tað neyvan mong, ið vænta at nakað kemur burturúr tí.

Men, orðið er frítt – enn í hvussu so er, og tí loyvi eg mær, enn einaferð, at siga, at tað má bera til, fyribils, at regulera ferðsluna við ljósum, soleiðis at ferðslan verður einvegis, og kann koyra óhindrað allan vegin, meðan grønt ljós er.

Hettar er ongin loysn í longdini. Men, meðan vit bíða, kann hettar kanska minka vandan við 60%, og tað er hóðast alt ikki onki . Ein fylgja hevði sjálvandid verið, at bara var farandi gjøgnum tunnlarnar einar tríggjar ferðir um tíman. Men, hevði tað ikki verið frægari, enn at enda í einum proppi í tunnlunum, orsaka av ferðslu frá báðum endum.?

Eg veit og viðurkenni eisini, at tað er ein trupuleiki, at tað er ein til og frákoyring miðskeiðis á leiðini. Men, við tað at minsta ferðslan er til og frá Árnafirði, so átti at borið til at loyst hendan trupuleikan, evt. við einari rundkoyring.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita frá serkunnleikanum – ikki bara frá teimum, ið vita líka so lítið, sum eg –  men, frá serkunnleikanum, um hví ein slík, ella líkandi loysn, ikki er roynd, ella møgulig? Ferðsluljós í hvørjum endanum, og ein evt. rundkoyring í Árnafirði.

P.S.! Eg veit fullvæl, at ferðsluljós eru ongin verja móti tí sum hendi á sjónbandinum, akførum ið ikki rúmast í tunnlinum!

P.P.S.! Ein viðoyingur skal einaferð hava sagt, at hann góðkendi bara ein dóm, og tað var deyðadómin. Skemtiliga sagt, skuldi hesin verið galdandi fyri tey, ið ikki eru til reiðar at virða hesi ferðsluljósini, um tey vórðu tikin í nýtslu.

Bergur Jacobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum