Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sambandsflokkurin vil rentutryggja tey, sum vilja hava tak yvir høvdið

SKRIVAÐ: Lesarabræv  |  19.10.2018 - 13:50 Lesarabrøv Tíðindi

Við at tryggja rentuna og læsa hana fasta, fáa fólk møguleika at seta føtur undir egið borð

Sambandsflokkurin vil, at familjur, einstaklingar og onnur, sum í løtuni nærmast skríggja eftir íbúðum ella sethúsum, skulu fáa síni ynski uppfylt. Fyri tey flestu er talan er um at gera størstu einstøku íløguna í lívinum. Tí ræður um bæði at lætta um, og samstundis gera tað lættari og tryggari at seta føtur undir egið borð.

 

Hvussu skal hetta gerast?

Mugu fáa eina realkredittlíknandi fígging

Seinastu árini er alsamt størri partur av láninum til sethús fíggjaður við vanligum bankalánum til skiftandi rentu, heldur enn at nýta trygg realkredittlán, har sethúsaeigarin ikki verður tikin á bóli um ella tá rentan fer upp.

 Krav Sambandsflokksins er, at fólk skulu rentutryggjast móti rentuhækkingum. Um rentan hækkar ógvusliga, er eingin ivi um, at dreymurin um hús ella íbúð ferð fyri skjeyti, áðrenn man veit av.

Rentufellan er tann ringasta at detta niður í. Tí má og skal tað almenna taka eitt álvarsligt tak og verða við til rentutryggingina. Familjur eiga at fáa eina trygga og fasta rentu.

 

Javnseta mvg-lógina

Harumframt vil Sambandsflokkurin javnseta sethús og leigubústaðir. Tað gevur onga meining, at leigubústaðir eru frítiknir fyri mvg, meðan sethús, ið mong vilja hava, skulu rinda fult mvg.

Hetta skal broytast skjótt, so javnsetingin kemur upp á pláss.

Um familjur og fólk eisini fáa atgongd til grundøkir, og fáa møguleika at leiga grundøkir, so sleppa familjurnar undan at leggja tað fyrstu hálvu til hálva aðru  milliónir krónur út fyri eitt grundstykki. Øll vita, at grundøkið eru kostnaðarmikil, ikki minst í meginøkinum.

 

Tinglýsing gerast bíligari

Eingin kann liva við at skula gjalda 30.000 ella enn meira til Tinglýsing. Hetta er púra burturvið. Ung, ið vilja seta búgv, hava als ikki ráð til slík ”rán”.

Eingin ivi er um, at Tinglýsingargjaldið skal lækka, fyri at lata fólk og familjur sleppa undan hesum ógvusliga gjaldi, ið ikki er kostnaðargrundað og tí ein eyka skattur fyri at seta búgv

 

Best fyri øll

Eingin ivi er um, at tiltøkini, ið Sambandsflokkurin vil hava ígjøgnum, fara at gera tað nógv lættari og tryggari hjá familjum, einstaklingum og øðrum at festa búgv. Tá fáa fólk dreymarnar um leiguíbúðir ella hús uppfylt. Soleiðis eigur tað almenna og privata at spæla saman, til tess at fáa fólki tak yvir høvdið.

 

Bárður S. Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar