Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sum forkvinna í fíggjarnevndini er Ruth Vang sterka kvinnan í løgtinginum

Min hugmynd av Klaksvíkar Sjúkrahúsi dyggiliga avsannað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2018 - 12:45 Tíðindi

Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini varð bjóðað at koma ein dag til arbeiðis á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hon tók av og tað hevur sett síni inntrykk

Norðlýsið hevur fingið eitt prát við Ruth Vang úr Framsókn, nú hon um dagarnar var til arbeiðis á Klaksvíakr Sjúkrahúsi. Ruth Vang er forkvinna í fíggjarnevndini og nú fíggjarlógin er til viðgerðar, verður áhugavert at síggja um hetta fer at síggjast aftur á játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri komandi fíggjarár.

Framsóknarkvinnan er útbúgvin ljóðsmóðir og hevur tískil nógvar royndir við at arbeiða á einum sjúkrahúsi.

- Eg var bjóðað at koma ein dag til arbeiðis á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Orsøkin var, at starvsfólkini hildu, eg trongdi til eina meiri jaliga fatan av Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hugskotið fingu tey aftaná at hava sæð Kristionnu Winther Poulsen hava veriðí starvsvenjing á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Eg tók sjálvandi fegin ímóti innbjóðingini, eisini tí eg ikki haldi meg vera ella havi ætlað mær at vera annað enn jalig í mun til KS. Men vit politikarar, eins og øll onnur, hava lyndi at síggja heimin við tí útgangstøði, har vit sjálvi eru og tí er tað so sera týdningarmikið, at vit koma runt um landið og hoyra frá fólki, sum uppliva Føroyar frá øðrum sjónarhorni enn eg sjálv og tey, eg umgangist dagliga, sigur Ruth Vang..
 
 
Hugmyndin broytt 
- Tað er ongin loyna, at vit í Framsókn hava mett tað vera neyðugt fyri at framtíðartryggjað føroyska heilsuverkið at savna sjúkrahúsverkið við einari leiðslu og tað er eitt sjónarmið, sum ikki øll í Norðoyggjum hava tikið undir við. Av somu orsøk havi eg gingið og hildið at tey sum starvast á sjúkrahúsinum hava havt ein mótvilja og kanska enntá verið ein forðing fyri at sjúkrahúsini kunnu samstarva sum ein eind. Men tað hugmyndina fekk eg so dyggiliga avsannaða hendan dagin. Eg varð tvørturímóti sera jaliga ovfarin av, at sjúkrahúsið rættuliga hevur tikið uppgávuna á seg sum sjúkrahús fyri alt landið, sigur Ruth.
 
- Dømir eru um fleiri viðgerðir, sum fólk úr øllum landinum bert fáa í Klaksvík, eitt nú nýrasteinsviðgerðir, har tey kunnu vísa á góð úrslit. serligt fysiurgiskt viðgerðartilboð til børn umframt endurvenjing og skurðviðgerðir av ymsum slagi, upplýsir Ruth.
 
- Eisini kanst tú í dag um tú skalt taka vanliga røntgenmynd sjálvur velja, á hvørjum sjúkrahúsi tú tekur myndina. Tað var spennandi at hoyra frá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki, hvussu tey sóu fyri sær, at virksemi kundi skipast millum tey 3 sjúkrahúsini. Tað er hendan leistin, vit framhaldandi skulu menna til gagns fyri alt Føroya fólk, ikki bara norðoyingar. Fyri mær at síggja, er hendan gongdin ikki ein, tey á staðnum ynskja at forða á nakran hátt. Tvørturmóti! 
 

Sjúkrahústillaging heldur enn sjúkrahúsniðurlaging
 
- Alt í alt hevði eg ein sera gevandi dag. Eg var so sera væl móttikin og fekk høvi at práta við nógv fólk, leiðslu og starvsfólk á øllum deildum. Týðiligt at her eru starvsfólk, sum ikki bara eru dugnalig, men eisini eru góð við, errin av og standa saman um sítt sjúkrahús. Ikki bara starvsfólk úr norðurøkinum, men eisini fólk sum koyra langan tein dagliga fyri at koma til arbeiðis, sigur Ruth Vang.
 
- Sjálv eri eg sera fegin um, at vita hava lagt kjakið um tey 3 sjúkrahúsini afturum okkum. Virksemi á heilsuøkinum fer bara at vaksa komandi árini, lutvís tí vit liva longri, lutvís tí vit alla tíðina fáa fleiri viðgerðarmøguleikar. tað fegnast vit um. Ístaðin fyri at tosa um sjúkrahúsniðurlaging, eiga vit at tosa um sjúkrahústillaging., sigur Ruth Vang at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar