Lýsing
Lýsing

Vit eiga at lækka blokkin

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  20.10.2018 - 19:41 Tíðindi

Tíðirnar hava verið sera góðar seinastu árini, men hesi árini hava vit ikki megnað at lækka blokkstuðulin úr Danmark. Tað er ov galið!

Tað segði Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, í røðu sínari á aðal- og floksfundinum hjá flokkinum í dag. 

Hann heldur, at tað er at fegnast um, at tað verður arbeitt við ymiskum yvirtøkum - men hinvegin heldur hann tað vera alt ov galið, at tað ikki er nakar politiskur vilji ið virkar fyri, at blokkurin verður niðurskorin.

Hann legði doyðin á, at Sjálvstýri er ein sjálvstýrisflokkur ið vil virka fram ímóti einum sjálvstøðugum Føroyum. Hann metir ikki, at kvettast skal her og nú, men sigur at Sjálvstýri vil virka fyri eini gongd móti størri sjálvbjargni, har størri og størri ábyrgd verður tikin av landinum.

Júst hesin sjálvstýrishugurin, metir Jógvan Skorheim, hevur verið ein partur av frágreiðingini um, hví vit í Føroyum hava megna at ment eitt so framkomið og ríkt samfelag mitt úti í Atlantshavinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin