Lýsing
Lýsing
Lýsing

Umhvørvisavbjóðingarnar skulu takast í stórsta álvara

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  21.10.2018 - 11:44 Tíðindi

Hóast vit í Føroyum ikki fylla nógv, koma vit eisini at kenna avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum og dálking, og tí eiga vit at taka ábyrgd av okkara parti og viðvirka til tær loysnir, ið eru.

Hetta segði Jógvan Skorheim, floksformaður í Sjálvstýri, í røðu sínari á aðal- og floksfundinum hjá flokkinum í gjár.

Hann heldur tað vera ørkymlandi, at Føroyar er eitt av teimum londunum, ið dálka mest, taka vit Co2 útlát fyri hvønn borgara. Harútyvir staðfesti hann stóru avbjóðingarnar innan burturkast, dálking, veðurlagsbroytingar, umhvørvisvanlukkur og annað.

- Fólkatalið í heiminum veksur, og alt fleiri fólk fáa hægri livistøði. Samstundis tveita vit ein triðing av matvørunum burtur, og nógvir av teimum lutum, sum vit brúka í stutta tíð, taka øldir at verða niðurbrotnir í náttúruni, segði Jógvan Skorheim.

 

Skulu taka ábyrgd

Skorheim sigur víðari, at Sjálvstýri sum flokkur skal taka sína ábyrgd av umhvørvisavbjóðingunum, og heldur, at flokkurin hevur eina serliga skyldu framhaldandi at seta sjóneykuna á umhvørvið.

Hann vísir á, at flokkurin hevur arbeitt miðvíst fyri, at skumpa undir skifti frá olju til meiri varandi orkukeldur. Hetta hevur flokkurin m.a. gjørt við at lagt fram, og fingið samtykt, uppskot um MVG frítøku av el-riknum hitaskipanum, umframt at man hevur tikið undir við MVG frítøku av el-bilum.  

 

Mynd: Dávur Winther

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…